Hann hevur siglt 21.212 ferðir framvið Lítlu Dímun

Hann hevur siglt við Smyrli í meiri enn 30 ár. Hann byrjaði, tá ið man mátti skriva seg upp tríggjar mánaðir frammanundan fyri at fáa bilin við Smyrli, og hann gevst, nú ferðasambandið ímillum Suðuroynna og Havnina skal lyftast fram í 21. øld við nýggjum skipi

Áki Bertholdsen


Skjótt skulu øll tey, sum sum ferðast ímillum Havnina og Suðuroynna venja seg við nakað nýtt.

Tey skulu venja seg til at koma umborð a Smyril, uttan at síggja Erland, við tí eyðkenda, stuttklipta hárinum og brillunum á nøsini, standandi niðri á biladekkinum, peikandi til høgru og vinstru, ímeðan hann vísir bilførarum, hvønn veg teir skulu koyra.

Tey flestu akta uttan at blunka, men tað skerst heldur ikki burtur, at hann fær okkurt illbrýnt eygnabrá, tá ið hann peikar ímóti hillunum, tá ið nógvir bilar eru við.

Og tey skulu eisini venja seg við, at onkur annar nú fer at standa niðri á biladekkinum og taka ímóti ferðaseðlunum, tá ið Smyril hevur lagt at á Drelnesi.

Tí nú eru árini við at verða mong hjá hesum fryntliga bátsmanninum á okkara størsta strandfaraskipi.

Og samstundis eru túrarnir, sum eftir eru, farnir at fækka.

Og skjótt fellur Erland eirindaleyst fyri tí starvsfólkapolitikki, sum tað almenna setti í verk í 1992: At almenn starsfólk skulu frá, tá ið tey fylla 67 ár.

Erland Jacobsen fyllir 67 ár 29. mai komandi ár, og samstundis eru hansara dagar umborð á Smyrli taldir.

Hann er uppsagdur og heldur uppat at sigla fríggjadagin 31. mars.

Men aftaná tað skal hann avspáka og fáa feriu frá hondini, so hann fær løn í tveir mánaðar afturat.

Men síðst í mai mánaða er hann endaliga leysur av Strandferðsluni.

Í einum brævi takkar leiðslan á Strandferðsluni honum fyri dygdargott ar beiði og trúfesti hesa tíðina, hann hevur tænt stovninum.

Vøkur orð. Men ikki skammrós, tá ið tað er Erland, sum meint verður við.

Tí Erland hevur havt ein drúgvari arbeiðsdag hjá Strandferðsluni enn tey allarflestu.

Tá ið hann fer í land hevur hann siglt við Smyrli í meiri enn 30 ár.

Og øll hesi árini hevur hann bara verið sjúkrameldaður eina einastu ferð.

Men yvirhøvur hetta við nágreiniligum upplýsingum er hevur Erland lagt stóran dent á.

Tí hann hevur ført dagbók síðani 2. juni 1969.

Men tað allarmesta, sum stendur í henni er privat og hevur avgjørt ikki almennan áhuga.

Men eitt, sum hann hevur talt saman, er, at hesi árini, hann hevur verið hjá Strandferðsluni hevur hann siglt ikki færri enn 21.212 ferðir framvið Lítlu Dímun.

? Men enn havi eg til góðar at vera uppi á Lítlu Dímun, leggur hann afturat.

Tvs, at hann hevur siglt 21.212 ferðir ímillum Havnina og Suðuroynna.


Drúgvar royndir

Tað var longu 2. juni í 1969, at Erland Jacobsen fekk kansin sum avloysari við Smyrli, sum tá var.

Men longu tá hevði hann drúgvar royndir á sjónum, bæði við føroyskum, íslendskum og týskum trolara.

Men tað var ein heilt onnur verð at koma umborð á Smyril.

Tí frá at burtur í langa tíð hvørja ferð, var hann nú heima og arbeiddi í eina viku, viðhvørt tvær, og hevði so frí í eina viku.

? Men høvdu vit ikki hvat hesa frívikuna, kundu vit tað sama verið í Grønlandi, leggur hann afturat.

? Men í 1970 varð søkt eftir manni at sigla við Dúgvuni fast.

Skiparin, sum tá var, Kristian Kruse, bað meg søkja, og eg fekk starvið. Og tann 17. november í 1970 fekk eg fastan kjans við Smyrli, og har havi eg verið síðani.



Skrivaðu upp í svørtubók

Tann Smyrilin, sum tá var, varð bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju og hann var bakkastokkaferðina úr Havnini til Suðuroyar tann 15. apríl í 1967.

?Tað var eitt veldugt framstig afturímóti tí Smyrlinum, sum hevði verið frammanundan.

? Siglingstíðin fór úr fýra tímum ímillum Suðuroynna og Havnina, heilt niður í tríggjar tímar.

Og so kundu vit eisini taka bilar við hesum nýggja Smyrlinum- einar 8-10 bilar kundu vit hava við.

? Men teir máttu sjálvandi hivast umborð og í land aftur. Umborð sóu nakrir niðri í lastini og onkrir kundi eisini standa á dekkinum.

? Men tað var kortini ikki sum at siga tað at fáa bil við. Har frammi í einum rúmi, fram úr keysini, lá ein svartabók.

? Og í hana skrivaðu tey seg upp, sum vildu hava bil við. Men tey máttu oftani vera í góðari tíð.

So tað var heilt vanligt, at fólk longu á jólum skrivaðu seg upp til at fáa bil við á páskum, á páskum skrivaðu tey seg upp til summarferiuna og í summarferiuni skrivaðu tey seg upp til heystferiuna, og í heystferiuni skrivaðu tey seg upp til jólini aftur. Soleiðis gekk tann æviga ringrásin við teirri svørtu bókini.

Tann Smyrilin bar orð fyri at vera eitt avbera gott sjóskip?

? Ja, tað var hann sanniliga. Eg haldi, eg tori at siga, at hann er eitt tað allarbesta sjóskipið, eg yvirhøvur havi verið við, sigur Erland avgjørdur.

? Men tað var við hesum skipinum, sum við øllum øðrum skipum. Vit høvdu nógvar góðar túrar, men vit høvdu eisini onkrar ringar túrar.

Og einaferð mundi tað enda heilt galið hjá Erlandi sjálvum.

? Vit skulu av Tvøroyri til Havnar. Lastin var full av bilum og og onkur bilur stóð á dekkinum eisini.

? Men hendan túrin høvdu vit eisini eina rúgvu av flamingoplátum við til Havnar, og tær lógu allar á dekkinum.

? Men uttanfyri Trongisvágsfjørð rendu vit okkum í streymálina eysturúr Nípuni, og hann fór mestsum undir.

? Flamingo flýtur avbera væl og tað flotnaði alt samalt og fór aftureftir.

? Tann eina plátan fór tvørturígjøgnum forrútin á tí eina bilinum, sum stóð á dekkinum, og hann fyltist við sjógvi.

? Býttir, sum vit vóru, fóru Frederik Højsted og eg út á dekkið at royna at bjarga, tí sum eftir var av flamingoplátum.

? Fyri at bjarga mátti eg upp á pláturnar. Men brádliga fekk hann eitt nos afturat, og enn einaferð fyltust dekkið.

? Allar flamingopláturnar lyftust upp og flotnaðu. ? Men lukkutíð fyri meg, flotnaðu pláturnar inn ímóti keysini.

Flotnaðu tær úteftir í staðin fyri, fóru bæði eg og plátur í havið.

Erland sigur, at tá kvikaðu teir sær undir tak aftur, so mátti flamingo verða flamingo.

? Men tað ljóðaði, at hvalbingar og sandvíkingar høvdu góðar dagar, tí har var nógv flamingo rikið á land av tí, sum vit høvdu mist í havið av Smyrli.

Onkran annan tiltiknan túr hevði Smyril eisini.

Ikki minst ein jólatúr í 1974. Tá hevði hann yvir seks tímar úr Havnini, suður á Tvøroyri.

Og tað var ikki sørt at bangilsi var farið at breiða seg í teimum, sum bíðaðu á tvørakei, tí Smyril kom ikki fram.

Og aftaná tann túrin vóru tað summi ferðafólk, sum vóru við, sum svóru uppá, at Smyril mundi gingið burtur ta ferðina.

Men tað er Erland ikki við uppá.

Hann minnist væl hendan túrin og minnist eisini, at tað var av allarringasta veðri.

? Men vit sigldu vestanfyri ta ferðina og tað var ein orsøk til, at vit høvdu so leingi um tað. Tað er møguligt, at okkurt av ferðafólkunum helt, at tað var eitt sindur ógvusligt.

? Men vit vóru heilt avgjørt ikki í tí, sum sjómenn vilja kalla í havsneyð og við at ganga burtur.

Erland Jacobsen ásannar tó, at hetta heilt avgjørt var ein av teimum allarringastu túrunum hjá tí Smyrlinum. ? Men tað vóru eisini aðrir, leggur hann afturat. ? Og í havsneyð havi eg ongantíð verið, hvørki við teimum skipum, eg sigldi við, áðrenn og kom á Strandferðsluna, ella við teimum báðum Smyrlunum, eg havi verið við síðani 1969.


Sum at síggja Queen Mary

Men í 1975 varð so nýggjur Smyril keyptur til landið og Erland var ein teirra, sum var niðri eftir honum, og samstundis bleiv hann bátsmaður

? Vit vóru eftir honum 1. mai. Tað var ein ótrúligur munur á gamla og nýggja Smyrli. At síggja hetta skipið, var sum at síggja sjálva Queen Mary.

Og tað var eisini stórur munur í aðrar mátar. Frá at kunna føra 300 ferðafólk, við gamla Smyrli, tók nýggi Smyril meiri enn tvær ferðir so nógv ferðafólk.

? Og frá at kunna føra 8-10 bilar, sum allir skuldu hivast umborð og í land, kundu vit nú føra yvir 100 bilar, sum allir koyrdu umboð og í land aftur.

? So tað var ikki tað sama. Men tað skerst ikki, at tað vóru mong, sum ivaðust í, hvussu skilagott tað var at keypa Smyril.

?Tað vóru nógv sum hildu, at tað var tann reini, blanki ørskapur at keypa eina flatbotnaða ferju, sum var smíða til at sigla á donskum deyðavatni, til at sigla um Suðuroyarfjørð.

?Veruleikin er jú, at øll so stór skip eru flatbotnað, tí skuldi hann havt kjøl eftir støddini, grynti hann ikki á nøkrum fjørði.

? Men tað ger ikki stabilitetin verri. Smyril hevur einar 18 stabiliseringstangar, men vanliga eru ikki meiri enn 3-5 av teimum fyltir.

? Allir hinir eru tómir fyri at ikki at gera skipið ov hart í sjónum. Eitt Skip má sleppa at liva í sjónum. Tað ber væl til at fylla so nógva barlast í tað, at verður so hart, at tað kann knúsast sundur.

? Og Erland Jacobsen sigur, at tíðin aftaná hevur víst, at tað er ongin grund at ivast í dygdini á Smyrli, tí hann hevur sanniliga staðið sína roynd.

? Eg havi verið við Smyrli í so ringum veðri, sum hugsast kann, men hann hevur royndst einastandi væl.

? Men tað skerst heldur ikki burtur, at tað er ymiskt, hvussu hegnið er at sigla. Teir gomlu, sum vóru vanir við minni skip, vóru meira bundnir av at kenna streym, strongir og íður, enn tað krevst av teimum sum sigla tey stóru skipini.

? Men onkuntíð hevur onkur brikslað okkum at vit seta kósina eftir beriposanum hjá SMS, men tað er sjálvandi skeivt skotið, tí tað eru sanniliga eisini sjómenn, sum sigla við nú.

? Beint eftir at hann var komin, var stórur spenningur at vita, um landsstýrið hevði forkeypt seg hesuferð.

So tær fyrstu ferðirnar, Smyril sigldi, hendi tað meiri enn so, at politikarar vóru og fregnaðist, hvussu nógvir bilar vóru við.

Og Erland minnist, at ein politikari, sum var fegin, tá ið tað ein av teimum allarfyrstu túrunum vóru nakrir og 30 bilar við, tí so var tað í hvussu so var keypið kortini ikki fullkomiliga miseydnað.

? Og hóast Smyril var bæði stórur og rúmligur, gingu ikki nógvar vikur, áðrenn teir fyrstu bilarnir stóðu eftir á keiini, tí hann var fullur.

? Men tað var eisini akkurát so, at Smyril varð keyptur.

? Tí tá ið tingið atkvøddi um tað, var akkurát nóg mikið av atkvøðum til at keypið varð samtykt.

?Ta ferðina royndust Jákup Mortensen stinnur. Hann sat á tingi fyri fyri sambandsflokkin í Suðuroynni.

Og hóast allir hinir tingmenninir fyri sambandsflokkin atkvøddu ímóti at keypa Smyril, atkvøddi hann fyri.

? Var hann flokstrúgvur ta ferðina, og atkvøddi fyri restini av sambandsflokkinum, varð ongin Smyril keyptur, sigur Erland Jac-obsen

? Tað var ein øgilig broyting, sum hendi tá. Fyri fyrstu ferð var heilsølubilur úr Havn at síggja í Suðuroynni.

Erland Jacobsen sigur, at eftir hansara tykki hevur hesin Smyrilin hevur havt alt at siga fyri møguleikarnar hjá suðuroyingum at búleikast her í oynni.


Fekk ongan møguleika

Men hetta eitt annað stórt framstig var, at tá ið Smyril var keyptur fór tað almenna eisini undir uttanlandssigling

Og Erland ivast onga løtu í, at tað var eitt stórt mistak at avsiga hana aftur.

Hann heldur tvørturímóti, at tað rætta hevði verið at útvega eitt størri og betri skip til hesa rutuna.

Hann sigur, at Skotlandssiglingin fekk ongantíð ein møguleika at vísa, at hon varð burðardygg. ?Tað var við jøvnum millumbili, at politikarar í Føroyum tosaðu um at halda uppat við skotlandssiglingini hjá Smyrli.

? Og tað er púra greitt, at ongir leverandørar tordu at gera avtalur um flutning við Smyrli, tí tað var altíð fryktandi fyri, at sambandið varð niðurlagt.

Erland Jacobsen sigur, at tað var eisini oftani frammi í skotskum bløðum, at leverandørar høvdu onki álit á Smyrli.

Manglandi støðufestið hjá føroyingum var eisini samrøðuevni hjá fólkinum í Skotska felagnum, PNO, sum Strandferðslan samstarvaði við, tí eisini teir hildu, at politiska rákið í Føroyum, var so óvist og svikaligt, at ongin kundi hava álit, at skipið fór at sigla næsta túr, og tí kundi ongin gera avtalur um flutning við Smyrli.

Og tað gjørdi sjálvandi sítt til, at tað var ov lítið av farmi at flyta.

? Men hvør sigur, at rutan ikki hevði kunnað givið yvirskot, um hon veruliga slapp at standa sína roynd, ikki minst, nú vit eru á veg upp í oljuvinnuna.


Á opnum havi

Nú verður so aftur tosað um at útvega nýtt skip til suðuroyarsiglingina.

Vit hava eisini spurt roynda bátsmannin á Smyrli, hvat hann heldur um tað umrøðuna.

? Tað er eitt, sum vit ikki eiga at gloyma.

? Og tað er, at so skjótt, vit eru komin suður um Kirkjubønes, ella út av Trongisvágsfirði, ella Vágsfirði, eru vit úti á víðopnum havi.

Tí heldur hann, at besta loysnin fyri Suðuroynna, er at fáa eitt vanligt skip, sum ikki skal vera minni enn Smyril, men sum skal sigla nakað skjótari, so at ikki fer at taka meiri enn hálvan annan tíma, kanska ein tíma og trý korter, at sigla ímillum Havnina og Suðuroy.

Hann sigur, at hann var ein túr við tvíkiljuni Hornoy, sum eitt summarið sigldi rutusigling í Føroyum.

? Men tað var onki at rósa henni fyri.

Men hann leggur afturat, at nú veit hann ikki, hvør dugur er í teimum stóru tvíkiljunum, sum sigla nógva staðni nú.

Tí heldur hann, at tað er rætt at leiga eina at loysa Smyril av, tá ið hann fer í dokk í vár fyri at vita, hvussu tær roynast í Føroyum.

? Men so er eisini at vóna, at tað verður ringt veður, so vit veruliga fáa roynt hana, leggur hann afturat.

? Tað er neyðugt at vit alla tíðina hava virðing fyri teimum náttúrukreftum, vit eru upp ímóti.

Og siglingstíðin heldur hann ikki er so heilt avgerandi.

Tí enn hevur hann ikki hoyrt eitt einasta ferðafólk kært seg um, at tey sita hugnaligt umborð á Smyrli, hóast tað hevur tikið tveir til hálvan triðja tíma at siglt.

? Men serliga nú, tosað verður at brúka upp ímóti ein hálvari milliard til vágatunnil, eiga vit eisini at hava ráð til at kanna út í æsir, um ein tvíkilja kann brúkast í suðuroyarsiglingini.


Fer tíðina at ganga

Erland er ikki bangin fyri at tíðin fer at fella honum nakað long, nú hann skal pensjonerast.

Hóast hann onki ávíst frítíðarítriv hevur, heldur hann, at hann fær nokk at gera, tí tað er altíð okkurt at takast við heima við hús.

Og so verður kanska eisini betri høvi til at seta seg við harmonikuni á knøunum eina løtu.

Annars er Erland sera fegin um tey 30 árini, hann hevur verið á Strandferðsluni.

? Tað hevur verið eitt avbera gott arbeiðspláss og tey, sum ikki trívist har, haldi eg, eri ómøgulig.

? Og fólkið er avbera fitt at arbeiða saman við, tað hevur verið mestsum ein stór familja, sigur Erland Jacobsen.

Hann hevur eisini alt gott at bera ferðafólkinum.

? Tey hava verið einastandandi fitt og lagalig at hava við at gera.

? Treyðugt so, onkrar hendingar hava verið, sum vit vildu havt sloppið undan, men tað slepst ikki undan umborð á so stórum skipi.

Tað hevur mestur verið, tá ið tú hevur givið onkrum boð um at koyra bilin upp á hillarnar?

? Ja, tað eru ikki øll, sum dáma at koyra upp á hillarnar, tí tey eru nervøs.

Serliga væl minnist Erland ein eldri mann, sum kom umborð í havn við bili.

? Ajøsus koyra tygum meg uppá hillina, eg, sum eri yvir 80 ára gamal?

?Nei, nei, um tygum ikki halda tygum til, koyri so bara frameftir.

? Nei, man eg ikki fara at klára tað?

Maðurin koyrdi so upp á hillina, og tað gjørdi hann so væl sum nakar unglingi.

? Tá ið hann so skuldi íland aftur, kundi eg ikki bara mær at siga við hann, at »hatta kláraði tygum betri enn nakar 20 ára gamal«

? Tá bretti gamli sær á aftanfyri róðrið, tí tað dámdi honum, sigur Erland.