Hann segði ov nógv

Japanski verjumálaráðharrin var ov opinskáraður, tá hann segði, at tað var neyðugt at sleppa kjarnorkubumbunum niður yvir Japan í 1945

Tað er ikki altíð, at ein skal siga tað, sum ein hugsar, og í so máta skulu politikarar vera serliga varnir. Tað noyðist japanski politikarin Fumio Kyuma at sanna. Í gjár var hann verjumálaráðharri, men tað er hann ikki longur.

 

Sunnudagin fekk Fumio Kyuma øði í nógvar japanar, tá hann segði, at tað var neyðugt hjá amerikanarunum at sleppa kjarnorkubumbunum niður yvir býirnar Hiroshima og Nagasaki í august í 1945 fyri at fáa enda á seinna heimsbardaga.

 

Tær báðar bumburnar kravdu meiri enn 200.000 mannalív og elvdu til ógvusligar líðingar mong ár eftir heimsbardagan, og tí gjørdust nógvir japanar í øðini, tá teir hoyrdu verjumálaráðharran. Í morgun tók hann avleiðingarnar og bað um at sleppa frá.

 

Orðini hjá fyrrverandi verjumálaráðharranum koma eisini stjórnini hjá Shinzo Abe, forsætisráðharra illa við, skrivar AP. Sagt verður, at stjórnin er illa umtókt, og at umdømið er ikki batnað síðani vikuskiftið.