- Hann skal nokk klára seg

Føroyski landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, er ikki í iva um, at Jón Rói Jacobsen skal klára seg í donsku superliguni.
- Eg havi kent Jón Róa, síðani hann kom á U15-landsliðið fyri nógvum árum síðani, og hann hevur allatíðina víst ein ótrúliga góðan vilja. Hann hevur rætta hugburðin, og leikligu dygdirnar eru góðar, so eg eri ikki í iva um, at hann skal klára seg, sigur Jógvan Martin Olsen.
Nýggi landsliðsvenjarin heldur, at um Jón Rói ikki á sinni fekk álvarsligan skaða í knæið, so hevði hann longu nú verið ein royndur superliguspælari, men skaðin útsetti hetta.
tn