Sum frálíður fara vit, og okkara eftirkomarar, at vera errin av at vit broyttu hjúnabandslógina, so at eisini samkynd kunnu giftast, og tíðin, sum var áðrenn, er ein døkkur blettur í okkara søgu.
Tað staðfestir Sirið Stenberg Landsstýriskvinna, nú løgtingið enn eina ferð hevur havt eitt drúgt kjak um hjúnabandslógina. Tað skerst ikki burtur, at broytingarnar í hjúnabandslógini eru eitt jartamál hjá Jógvani á Lakuni, tingmanni fyri Fólkaflokkin, og hann hevur áður kallað hetta størsta árvarsmál, sum nakrantíð hevur verið uppi í Føroyum. Og nú hann reisti tað enn eina ferð í Løgtinginum var tað fyri at vita um tað veruliga passar, at hugtøkini kvinna og maður eru strikað í skjølum, sum hava við vígslu at gera og at tað nú eitur maki 1 og maki 2 ístaðin.
Les eisini: Maður og kvinna eru nú strkað í sambandi við vígslur
Og Jógvan á Lakjuni er als ikki samdur við Sirið Stenberg, at hetta er eitt mál, vit eiga at vera errin av. Hann spyr tvørtur ímóti, hvat vit í roynd og veru billa okkum inn at at kalla ein mann fyri maka 1 ella maka 2.
Hann sigur, at tað, vit í roynd og veru eru í ferð við, er at flyta tey moralsku mørkini, tey gomlu hava sett. Og hann er sannførdur um, at hetta er bara eitt lið afturat fram ímóti endamálinum hjá samgonguni at gera okkum til eitt kynsneutralt samfelag.
Og hann sigur í sama viðfangi, at hann fer at gera alt, hann er mentur fyri at fáa hesa vanlukkuligu hjúnabandslógina broytta aftur, sum hann málber seg.
Og hann skilur heldur ikki, at borgarstjórar, og onnur, sum hava heimild at víga fólk, bara tiga og ikki gera vart við hetta, tí hann heldur, at hetta er heilt óhugnaligt. Hann vísir eisini á, at somu skjøl, har hugtøkini kvinna og maður eru strikað, er sent øllum prestum í landinum.
Og Jógvan á Lakjuni veit um hjún, sum eru vígd í kirkju, og sum hava skrivað undir sum maki 1 og maki 2. Og tað tekur kann sum prógv fyri, at tað var púra einki hald í páhaldinum um, at broytingin í hjúnabandslógini ikki at fáa nakra sum helst ávirkan á kirkjuna.
– Hetta er prógv um at tað er beint øvugt og at vit fingu rætt í okkara ávaringum, tí vit vistu, at hetta fór at fáa ávirkan á kirkjuna, leggur hann afturat.
Annars eru politikarar í samgonguni samdur í, at tað var ein óheppin avgerð at broyta hugtøkini kvinna og maður til maki 1 og maki 2 og at tað skal broytast aftur. Broytingin varð gjørd ímeðan danir umsótu málsøkið, men nú umsita føroyingar tað sjálvir, so tað ber væl til at broyta tað aftur.
Les eisini: Vit skulu hava kvinnu og mann aftur í hjúnabandið