Hann stríðist ímóti kavanum

William McKay hevur grivið kava í samfull 20 ár. Mikunáttina var eitt tað ringasta kavaódnaveðrið í langa tíð, og vóru tá aftur boð eftir kavagravaranum, sum longu klokkan fimm á morgni fór í kríggj við tann nógva kavan, ið var niðurkomin fyri, at fólk skuldu sleppa til arbeiðis morgunin eftir

Kavagraving

Tú sært teir. Ein stór maskina og ein maður. Men hugsar tú um tað? At tað er hesum manni fyri at takka, at tú í tínum heita bili sleppur so at siga turrskøddur til arbeiðis? Meðan tú liggur heitt og fjálgt undir dýnini klokkan fimm um morgunin, so fara kavagravararnir hjá Landsverksfrøðinginum út í kuldan at grava. Og soleiðis er ferð eftir ferð, tá tað er kavi. Kavagravararnir fara upp við hønunum, fyri at vit onnur skulu sleppa til arbeiðis, í skúla, í barnagarð ella hvar nú leiðin gongur. Men tað er nú einaferð soleiðis, at hetta er eitt arbeiði júst sum øll onnur.
William McKay hevur grivið kava í 20 ár. Og kavarokið í gjár hevði við sær, at klokkan 5 fór William út at grava við maskinuni. Tá Sosialurin fekk fatur á honum var hann staddur vestanfyri tunnilin á Norðskála.
? Ja, eg havi grivið kava í 20 ár, og ódnarveðrið í nátt hevur gjørt, at koyrilíkindini í dag eru eini tey ringastu, eg havi upplivað. Líkindini eru stak vánalig, men veðrið er longu batnað munandi. Klokkan er hálvgum tíggju og tað er ikki koyrandi til Gjáar enn, sigur William McKay.
Við tunnilsvegin var kavin tveir til tríggjar metrar tjúkkur, men William væntaði at kavin á gjáarvegnum mundi verða eini fýra, fimm metrar tjúkkur.

Eitt korter í blindum

Strævið er at grava kava. Serliga fyri høvdið.
? Eg fái lætt høvuðpínu, tá eg gravi kava. Kanska er tað tí, at eg má rættiliga kýta meg fyri at síggja nakað. Tað kann onkuntíð ganga long tíð tá rok er á vegnum áðrenn eg síggi aftur fyri kavaroki. Viðhvørt 10-15 minuttir og onkuntíð uppaftur meira, greiðir William frá.
Men inni í gravimaskinuni er heitt, og William sigur seg ongantíð verða kaldan, tí hann er eisini væl ílætin.
? Og um tú arbeiðir hart, so fært tú eisini sveittan fram! Í gravimaskinuni er eisini ivaleyst av hita, so tað bilar ikki.
William heldur, at bilførarar ofta eru syndarligir, tá tað kemur til at koyra í kava. Hann sigur grundina vera, at kanska tað er tí, at teir leggja ov stórt álit á kavagravararnar og maskinurnar. Men hví soleiðis er, visti William tó ikki rættiliga at greiða frá.
? Men tíbetur er tað sjáldan, at koyrilíkindini eru so vánalig, sum tey eru í dag.

Ein steðg

Sjálvt um dagurin Williami byrjar við at koyra klokkan fimm um morgunin, so hevur hann so at siga ongan steðg. Hann fær sær ein døgurðabita á middegi, men annars verður koyrt uttan steðg. Og grivið verður heilt til klokkan sjey, átta á kvøldið. Heldur ongin avloysari er, sum loysir William av.
So arbeiðsdagurin hjá einum kavagravara kann verða heilt upp til 15-16 tímar uttan steðg. Men so líðandi og við góðum treysti, væntaði William, at hann fór helst at koma vegin fram til Gjáar innan ikki so heilt leingi.