Hann tekur ikki undir við Heðin Mortensen

Avgjald, sum Heðin Mortensen ætlar at seta á, kann gera støðuna í Suðuroy enn verri enn hon er, heldur Dennis Holm

Tað er meiningsleyst at bara at leggja avgjøld á tey útlendsku ferðafólkini, sum fara út um Havnina at ferðast.

Tað heldur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági. Hann tekur ikki undir við ætlanini hjá Heðini Mortensen um at leggja avgjald á útlendsk ferðafólk, sum ferðast runt í Føroyum.

 Her á in.fo sunnudagin, greiðir Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum frá, at tað er næstan klárt at seta í verk skipan, har ferðaseðilin hjá útlendingum, sum brúka Bygdaleiðir og Strandferðsluna, skal verða væl dýrari enn hjá føroyingum.

Ítøkiliga vísir hann á, at ein útlendingur skal rinda einar 100 krónur meiri fyri ein ferðaseðil við Smyrli enn ein føroyingur rindar.

 

Les eisini: Nú skal avgjald leggjast á útlendsk ferðafólk í Føroyum

 

Dennis Holm vísir á, at talið á teimum, sum koma til Føroya at ferðast, er í stórum vøkstri, men at tað eru serliga hotel, gistingarstøð, matstovur, kaffistovur, og barrir í miðstaðarøkinum, sum fáa gagn av hesum.

– Í Suðuroynni hevur verið arbeitt við ferðavinnumenning í nógv ár, men hóast stórur vøkstur í talinum á ferðafólkum, sum vitja Føroyar, er ikki sami vøkstur í Suðuroynni, staðfestir hann.

Hann staðfestir somuleiðis, at nýggja tiltakið hjá landsstýrismanninum í Samferðslumálum um at leggja avgjøld á útlendsk ferðafólk, fer neyvan at skunda undir at fáa talið á ferðafólkum, sum vitjað Suðuroynna, at veksa.

Heðin Mortensen vísir eisini á, at inntøkurnar frá hesum avgjaldinum á útlendsk ferðafólk skulu markast til serlig endamál, eitt nú náttúruvernd.

 – Er ætlanin at fáa fleiri inntøkur frá útlendskum ferðafólkum, sum vitja Føroyar, og brúka tær til náttúruvernd, er at fara eftir tí stóra skaranum á ferðafólki, og ikki teimum fáu, sum vitja Suðuroynna, heldur borgarstjórin í Vági.

Hann vísir á, at í stórbýum í Evropa, eru nógv dømi um ferðafólkaskatt. Talan er bæði um skipanir, har ein prosent-satsur er lagdur á tænastur, ella ein føst upphædd verður goldin fyri at gista í hesum býum.

– Er endamálið at fáa inntøkur frá útlendskum ferðafólkum til náttúruvernd, gevur tað ikki meining bara at hækka prísirnar hjá teimum útlendsku ferðafólkunum, sum fara út um miðstaðarøki at uppliva útjaðarin í Føroyum, heldur Dennis Holm.

– Er ætlanin at fáa fleiri inntøkur frá útlendskum ferðafólkum, er antin at leggja eitt avgjald á øll útlendsk ferðafólk, sum koma til Føroyar við flogfari ella skipi, ella leggja eitt avgjald á gistingar, eins og gjørt verður í øðrum londum - ella bæði.

Heðin Mortensen vísir á, at orsøkin til at hann er ímóti at leggja avgjald á útlendsk ferðafólk, sum koma til Føroyar, er, at hetta kann fáa tey at setast aftur.

– Spurningurin er, um grundgevingin hjá landsstýrismanninum ikki kann brúkast fyri Suðuroynna eisini og at ferðafólk fara at setast aftur, verður avgjald verður lagt á ferðaseðilin við Smyrli, sigur hann