Hann vilja byggja brýr ímillum samgongu og andstøðu

Fyrsta dagin fer hann at kalla allar flokkarnar til fundar

Nú verður av álvara farið undir at gera ein føroyskan veðurlagspolitikk. Og ætlanin er at byggja brýr ímillum samgongu og andstøðu á Føroya Løgtingi. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum.

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt landsstýrismannin, hvusus tað gongur at fáa ein nýggjan veðurlagspolitikkin fyri tann, sum nú er farin úr gildið – og sum annars er fullkomiliga miseydnaður, tí útlátið av vakstrarhúsgassi er ikki minkað.

Helgi Abrahamsen sigur, at seinasta heyst setti hann ein arbeiðsbólk at fyrireika eitt uppskot til eun nýggjan orku- og veðurlagspolitikk.

Bólkurin hevur tikið støði, bæði í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu og í frágreiðingum, sum undanfarna samgonga lat gera og á tann hátt vóni eg at byggja brýr ímillum flokkarnar, ímillum andstøðu og samgongu, og ímillum valskeiðini, sigur landsstýrismaðurin.

Fyri nøkrum døgum síðani fekk hann fyrsta útkastið um veðurlagspolitikk frá arbeiðsbólkinum. – Talan er um eitt spennandi útspæl, ið hevur fleiri enn 20 ymisk uppskot um tiltøk, sum kunnu skerja føroyska útlátið av veðurlagsgassum, sigur Helgi Abrahamsen.

Hann sigur, at um fáar dagar fer hann at bjóða umboðum fyri politisku flokkarnar á fund har hann fer at leggja eitt uppskot um ein veðurlagspolitikk fyri teir.

– Vónin er at fáa semju um veðurlagspolitikkin, ella bæði tey veðurpolitisku málini og tey tiltøk, sum skulu tryggja, at málini verða rokkin.

Helgi Abrahamsen sigur at hesar næstu vikurnar er ætlanin at fáa viðkomandi vinnulív, áhugafeløg, og annað, upp í arbeiðið at evna til veðurlagspolitikkin. Somuleiðis umhugsar hann eisini at fyri einum almennum tiltaki at kunna um ætlanirnar á veðurlagsøkinum.

– Tað er umráðandi, at vit fáa so stóra semju um orku- og veðurlagspolitikkin sum til ber, tí talan er um eitt øki, har stór tøk skulu takast í fleiri áratíggjur. Sostatt er tað neyðugt við eini politiskari semja fyri at tryggja eina støðufasta kós í langa tíð frameftir, sigur hann.

Hann sigur, at tá málini eru sett, kunnu vit fara undir at seta tey neyðugu tiltøkini í verk, sum krevjast fyri at røkka málunum.

Fleiri av hesum tiltøkunum, sum verða bulurin í veðurlagspolitikkinum, eru rættiliga ítøkilig og tað er somuleiðis rættiliga greitt, hvørjar lógir og skipanir skulu broytast fyri at tryggja eina burðardyggari samfelagsmenning sigur landsstýrismaðurin.

Og hann leggur afurat, at ein hornasteinum í hesum arbeiðnum verður at leggja samfelagið um frá at brúka olju og bensin, til at brúka grønar orkukeldur.