Hann vónar at aðrir pápar gera sum hann

Fyri fyrstu ferð fer ein landsstýrismaður nú í barnsburðarfarloyvi

Bjarni Kárason Petersen landsstýrismaður í lógarmálum, fer nú í barnsburðarfarloyvi. Hann fer til húsar í dag og verður í farloyvi í átta vikur, fyri at vera heima hjá dóttir síni, Bjartu, ið er átta mánaðir gomul.

 

Hetta er fyrstu fer í Føroyum, at ein landsstýrismaður ella landsstýriskvinna fer í barnsburðarfarloyvi, meðan tey sita í landsstýrinum.

 

– Fyrsta tíðin saman við barninum er serstøk. Vit pápar eiga eisini hesa tíðina, men duga kanska ikki so væl at raðfesta hana, sigur landsstýrismaðurin í tíðindaskrivi.

 

– Tað er ein tíð, ið mann ikki fær aftur, og er tískil dýrabar, og ta tíðina vil eg at raðfesta, og njóta til fulnar, sigur hann. Hann vónar at fleiri pápar fara at síggja virði í at fara í barnsburðarfarloyvi í framtíðini, sama um mann er landsstýrismaður, handverkari ella lærari, sigur hann.

 

Meðan landsstýrismaðurin er í barsil, tekur løgmaður sær av hansara málsøkjum.