Óli Jacobsen
Hanna varð fødd 21. mars 1879 í Miðvági, og hon varð doypt eina mánað seinni, tann 20.apríl. Sambært dagbókini hjá Petur Alberg varð Hanna tann 12. desember 1898 í Havnar Kirkju gift við Johan Frederik Olsen f. 4. februar 1876. Johan var av Lava og varð vanliga kallaður Hanne á Lava.
Tey fingu skjótt trý børn, men Honnu var ikki langt lív lagað. Hon doyði tann 19. februar 1905, einans 25 ára gomul.
Tað var ikki lætt hjá einum pápa at sita eftir við trimum smáum børnum, so systir Honnu, Jovina, kom at halda hús hjá teimum. Tey gjørdu skjótt av og giftust 23. desember 1907. Tey fingu sjey børn afturat, og Jovina var sum ein mamma fyri øll 10 børnini. Men Hanna varð ikki gloymd, tað vísir steinurin, sum Hanne reisti á hennara grøv. Ørindið á hesum steini kom seinni at standa á gravsteininum hjá Jovinu og Johan. Ein dóttir frá seinnu giftu varð eisini uppkallað eftir Honnu.
Men Jovina gjørdist ikki gomul heldur og doyði í 1937, 50 ára gomul. Hanne doyði í 1946. Søgan hjá Hanne og Jovinu var annars partur í hesi røð 11. oktober 2007.
Tað er sjálvsagt ikki nógv, sum kann sigast um Honnu. Hinvegin kann sigast nakað um hennara børn, sum vóru:
Elsebeth Christina (1899-1974)
Hon var gift við Klæmint Eliassen, sum var ættaður í Mikladali. Hann gjørdist kendur trúboðari hjá Heimamissiónini, og serliga gjørdist hann kendur á Tvøroyri, har hann virkaði í mong ár. Hann gjørdist 98 ára gamal.
Maria (1900-1974)
Maria var fødd 3. november 1900. Hon varð konfirmerað í Havnar kirkju 11. oktober 1914 við undantaksloyvi, tí hon ikki var 14 ár. Prestur var Absalon Joensen, sum júst var fluttur av Nesi til Havnar. Við sær hevði hann konfirmantarnar av Nesi og soleiðis kom Maria at verða fermd saman við Poul, sum hon seinni giftist við.
Eftir loknan barnaskúla fór Maria at arbeiða sum krambakvinna nøkur ár í ísinkramforrætningini hjá Ludvig Poulsen, nú Maria Poulsen.
Seinni fór hon til Danmarkar at tæna. Í 1923 er hon í Viborg. Síðan tænir hon hjá einum presti við Filipskirkjuni á Amager, har Johan Nielsen seinni kom at virka. Hon fór við prestafólkunum til Nykøbing F, og er har til hon flytur aftur til Føroya í 1928.
Hetta sama á giftist hon við Poul Poulsen, Poul á Grundini, av Eiði.
Poul var saman við beiggjum sínum, Svend og Jógvan (Skýlindal), kendir telefonmenn. Tað sama var pápi Poul, sum eisini æt Poul. Hann gjørdist í 1907, árið eftir stovnanina av telefonverkinum, ein av fyrstu telefonmonnunum í landinum.
Maria og Poul fingu synirnar Ásbjørn, Torbjørn og Poul Johan.
Olaf (1903-1999)
Olaf var føddur 3. marts 1903. Tá ið mamman andaðist fór Olaf til mostrina í Tróndargøtu at búgva. Komin til skúlaaldur fór hann vestur til mammubeiggjan, Palla, og mostrina, Kristinu, í Miðvági. Har gekk Olaf í skúla, til hann 12 ára gamal flutti aftur til Havnar.
Í 1920 fór Olaf við Puritan hjáHans Pauli Hansen í Funningsstovu, og sum pápabeiggin, Palle á Lava, førdi. Tað var ætlanin at Olaf skuldi fara við henda vanlukkutúrin, teir fóru niður við fiski og gingu burtur við Hebridurnar. Seks av átta monnum sjólótust.
Pápi Olaf helt, at hann skuldi ikki fara við, men skuldi heldur vera heima og rógva út saman við honum. Tað bjargaði helst lívi hansara. Aftaná hetta var Olaf nøkur ár við C.M. Slater. Í 1922 tók Olaf skipararprógv hjá Jens Paula í Dali.
Í 1925 setti Olaf pengar í pf. Skipafelagið Føroyar og fór at sigla hjá teimum. Fyrst var hann við Mýlingi, og síðan kom hann umborð á tað fyrsta Tjaldur, sum hann sigldi við í nøkur ár.
Í 1929 giftist Olaf og gjørdist heimamaður. Tá fekk hann starvið sum fiskavrakari eftir pápan. Eisini var hann onkuntíð í Grønlandi sum vrakari.
Olaf róði nógv út. Sum lavamaður var hann góður miðamaður, og fiskaði hann tí nógv. Umframt trøðna hann átti saman við Jens á Lava, átti Olaf eisini trøð uppi við Hoyvíksvegin. Hann hevði kúnna á heimabeiti um summarið umframt seyð. Olaf lossaði eisini á keiuni í fleiri ár. Hann giftist við Samuelinu Zachariassen úr Streymnesi. Tey áttu børnini Birthy og Harry.
Hini systkini hjá Honnu
Henrikke Margretha, fødd 23/8-1877. Johan Restorff Jacobsen hoyrdi frá móður síni, at hon sum smágenta skuldi vera skinndeyð og løgd í kistu, har hon vaknaði uppaftur.
Hon fór sum heilt ung út í Hest at tæna hjá bóndanum í Zakrastovu, Mathiasi Thomsen, ættaður úr Sandavági. Konan var Elseba, fødd Danielsen. Henrikka doyði í Hesti ógift, 57 ára gomul, í 1935.
Joen Pauli Poulsen, nevndur Palli, føddur 4/7-1881 í Miðvági og doyði ógiftur í Havn í 1966. Hann varð jarðaður í nýggja kirkjugarðinum í Havn, saman við systrunum Kristinu og Hansinu.
Alith Maria fødd tann 17/2-1884, giftist við Dánjal Jákup Danielsen, føddur á Argjum. Tey búðu á Argjum fyrstu árini, áðrenn tey fluttu heim í Tróndargøtu í Havn at búgva. Dánjal Jákup starvaðist sum grót- ella steinhøggari og var við til at byggja Realskúlan í 1916. Alith doyð í 1921 og áttu tey ongi børn.
Hansina fødd t 17/6-1891, giftist við Johan Dam úr Havn. Tey búsettust í Gríms Kambansgøtu. Hann var sonur skiparan Jens Dam og Olevinu f. Jacobsen. Tey eru fyrr umrødd í hesi røð.
Johan Dam starvaðist sum fulltrúi á Fútaskrivstovuni og var eitt tíðarskeið sýslumaður í Vágum. Hann var løgtingsmaður fyri sambandsflokkin frá 1912 til 1916.
Tey eru mong sum enn minnast Eiler Dam og hansara kiosk í húsum teirra í Gr. Kambansgøtu. Sjálvur var eg næsti granni teirra og kann bert bera teimum øllum alt gott.
Kristina var fødd 1/9-1894 og doyði ógift 20/5-1958.
Godtfred føddur 29/11-1898, doyði 10 dagar gamal. Hansina og Johan kallaðu hann upp.
---
Keldur:
Johan Restorff Jacobsen
og Birgar Johannesen