Tann 31. juli verður Hanna Smith, ættað úr Vági, búsitandi í Keypmannahavn, 90 ár. Hon hevur gjørt eitt bragd, sum fekk hana í svimjisøguna í 1943, júst á ólavsøku. Hon svam nevniliga frá Eystnesi til Havnar, sum eingin hevði gjørt áðrenn hana.
Hanna er ættað úr Vági, dóttir Elin f. Djurhuus og Johan Smith. Fyrst kann nakað sigast um foreldrini.
Johan (1882-1921) var føddur í Porkeri. Hann var fiskimaður, sum so mangur, men vánalig heilsa noyddi hann í land. Hann lat málingahandil upp fyri at breyðføða seg og síni
Hann var eitt friðarfólk, men drakk nakað illa. Hann bleiv umvendur, og hetta bjargaði honum undan drekkarínum. Hann gjørdist sera virkin í brøðrasamkomuni í Vági.
Elin hevði sum ung tænt í Havn hjá kenda skiparanum Pola í Dali, sum var ein oddamaður í Brøðrasamkomuni, og hon gjørdist eisini ein partur av samkomuni. Tí var tað ikki av tilvild, at fyrsti sonur hennara føddur í 1910, varð kallaður William eftir William G. Sloan, gamla Sloan. Tann sum skrivar hetta veit bert um ein annan, sum varð uppkallaður eftir honum, og var tað Petur William, seinni Háberg. Men hetta var beint eftir, at Sloan var deyður.
Tað man eisini vera sannlíkt, at sonurin Napoleon er uppkallaður eftir Pola í Dali, sum gekk burtur við “Oliviu” í 1912. Trúgvin kom tískil at ávirka heimið sera nógv.
Johan fekk tuberklar og andaðist á Sanatoriinum í Hoydølum í 1921, bert 38 ára gamal. Hann varð tann fyrsti, sum bleiv jarðaður frá salinum Bethel í Vági. Elin rak handilin eftir, at maðurin var deyður, samstundis sum hon aldi børnini upp.
Tá var Hanna heilt lítil. Mamman sat eftir við fimm børnum 1-13 ára gomul. Lina, ið var næstyngst av systkjunum, var eisini smittað av tuberklum, sum settu seg í ryggin. Hetta tarnaði vakstrarlagnum og var hon illa merkt av tí alt lívið.
Hjá fólki, sum doyðu av sjúku í teirri tíðini, var lítil ella eingin almenn hjálp ella trygging at fáa, men Elin stríddi seg undan. Hon og børnini fingu eisini góða hjálp frá ættarfólki og øðrum. Elin var, sum tað skilst, ein megnarkvinna. Børnini vóru evnarík og lærdu skjótt og væl. Sagt verður í bókini um Ruth Smith, at sjálvt genturnar fingu útbúgving!
Hanna spældi í sjónum
Tá ið Hanna var smágenta var hon kanska ikki júst sum hini børnini. Tey spældu vanlig spøl, men henni dámdi best at spæla í sjónum. At svimja var hennara eitt og alt. Hetta var ikki í innilokaðum svimjihyli við hitaðum vatni. Hetta var á Vágsvatni, og í tí kalda sjónum á fjørðinum.
Hanna sigur, at tað var Noomi í Garðinm, sum lærdi hana at svimja vesturi á vatninum, tá ið hon var 8-9 ár. Hetta dugdi Noomi væl. Hon skuldi halda Honnu uppi. Men so slepti Noomi, og Hanna svam bara.
So tað vanliga gjørdist, at Hanna saman við beiggjum hennara William og Pole, umframt Alfred Dahl, løgdu á fjørðin um morgunin. Av beiggjunum var tað serliga William, sum dugdi væl at svimja, og hann svam eisini kapp viðhvørt. Hann vann á ólavsøku 1933 svimjingina á 300 metra teininum á Eystaru Vág.
Eftir skúlatíð svumu tey aftur og fram langt út á kvøldið. Um veturin svumu tey kortini ikki.
Tað var skjótt, at Hanna svam sum fiskurin, og hon bakkaði heldur ikki fyri at svimja um Vágsfjørð. Tað helt hon ikki hava nógv uppá seg.
Hanna svam eisini kapp á onkra jóansøku á Tvøroyri, sum í 1939. Tey svumu av brúnni hjá Thomsen.
Tá var ein genta, sum vildi sleppa at svimja tvørtur um fjørðin, og Hanna bjóðaði sær at kappast við hana. Tær vórðu sigldar yvir um fjørðin, og so skuldu tær svimja yvir á keiina. Hesa kapping vann Hanna so ruddiliga.
Suðuroyablaðið Føroyatíðindi hevði eina frásøgn frá hesi jóansøkuni, sum tá vardi í tveir dagar.
Her verður sagt um svimjingina:
“Annar dagurin, sunnudagin, byrjaði við kappsvimjing um fjørðin, ein teinur uppá o.u. 1200 metrar, har tvær gentur luttóku, Hanna Smith úr Vági (systir hin kenda svimjaran William Smith) og Signa Nygaard av Eiði. Hin fyrra vann.”
Ein vinnari av eini av hesi svimjikappingum var Eli Nolsøe úr Vági. Hann varð seinni landsstýris- og løgtingsmaður.
Stóru umrøðuna fekk tó fótbóltsdysturin millum HB og TB. TB hevði sum nakað nýtt fingið venjara, og teir vunnu eisini 4-0.
Hanna minnist einki til, at tað var kalt at svimja á sjónum. Hon kundi flóta í tímavís, uttan at hetta nervaði hana nakað sum helst.
Hildu Honnu vera kóp
Átjan ára gomul fekk Hanna tyfus og var sera ring. Tá ið hon kom fyri seg, fór Hanna til Havnar at læra til sjúkrasystir á Dronning Alexandrines Hospital. Hetta var sera fjølbroytt arbeiði. Umframt at hjúkla um sjúklingarnar skuldi hon eisini vaska sjúkrastovurnar og skrubba trappurnar.
Hanna svam eisini nógv á Havnarvág. Tað var ikki sørt, at starvsfelagar hennara stuttleikaðu sær av henni. Onkur teirra plagdi at siga, at tey høvdu sæð ein kóp á vánni, og at tey máttu fara eftir byrsuni. Men tá kom róp í: “Hetta er jú Hanna!”
Á sjúkrahúsinum var Pauli Dahl yvirlækni. Hann var sjálvur ættaður úr Vági og visti, hvussu ófør hon var at svimja. Sum vágbingur helt hann, at tað kundi havt verið stuttligt, um ein vágbingur kundu havt gjørt eitt bragd í svimjing.
Hetta helt Hanna ikki so nógv um i fyrsta umfari. Hon helt seg ikki kunna svimja nakran serliga langan tein. Men Pauli Dahl gavst ikki, og hetta endaði við, at Hanna vildi royna okkurt, sum ikki var roynt fyrr.
Annars hevði tað mest nærliggjandi verið at svomið úr Havn til Nólsoyar. Men hetta vildi hon ikki. Hendan teinin hevði Maria, vanliga kallað Mia, Jacobsen, ættað av Hvalsrætt á Glyvrum, og seinni gift til Vágs, svomið frammanundan. Hetta var hennara bragd.
Úrslitið gjørdist so, at Hanna og Pauli Dahl samdust um, at hon skuldi royna at svimja frá Eystnesi til Havnar. Men Hanna legði doyðin á, at hetta skuldi haldast dult, so tað ikki frættist millum fólk!
Ætlanin var so, at Hanna skuldi leggja á fjørðin Ólavsøkudag. Men ólavsøkudag var so ringt veður, so her gjørdist einki. Hanna fór so í dans ólavsøkukvøld, sum flestu ungfólk gjørdu, og hon var seint heima aftur. Men Hanna skuldi kortini fara til arbeiðis aftur klokkan hálvgum sjey morgunin eftir.
Tá ið hon er komin til arbeiðis, ringir Pauli Dahl, at nú var gott veður at svimja! Nei, tað orkaði hon ikki. Um hon ikki hevði verið inni klokkan 11 kvøldið fyri??? Hon skuldi so leggja seg eina løtu. Men Hanna var so spent, at hon sovnaði als ikki.
Til tíðina gjørdi hon seg klára, men tað vóru ikki tær stóru fyrireikingarnar. Sjúkrasystirin Laura Klein, seinni Eirikstoft, smurdi hana inn í konsistensfeitti, og so fór hon í svimijidrakt.
Síðan varð farið við báti inn á Eystnes. Hanna var um at fáa sjóverk í bátinum, men tá tey komu inn undir land, leyp hon á sjógv og var sum fiskurin beinanvegin. Hon hevði ikki fyrr verið í Eysturoynni. So hon mátti tí fyrst seta fótin á land. Síðan legði hon á fjørðin og svam so seigan inn eftir. Kravl dugdi hon ikki, so hon svam bringusvimjing allan vegin uttan eina lítla løtu, tá ið hon svam á rygginum.
Tríggir bátar fylgdu henni. Pauli Dahl var i einum tristi. Hann hevði fingið sonin Tórmóð og ein annan ungan drong at rógva. Umframt var læknabáturin og ein opin bátur afturat. Sjálvur heppaði Pauli Dahl millum annað við at kvøða úr Sigmundskvæðnum um ferðina, tá ið Sigmundur svam úr Skúvoy til Sandvíkar, og Torgrim Illi kvetti høvdið av honum, tá ið hann var komin til lands. Hanna minnist framvegis Paula Dahl kvøða: “Dreingir, tit haldið mær í hans hár”. Framhaldið er “meðan eg gevi honum banasár”. Hetta var nú vorðið sum eggjan!
Svimjingin gekk uppá stás, og Hanna svam teir úti við 4 fjórðingarnar, um 7½ km, uppá tveir tímar og 50 minuttir.
Hevði hug at fara á bláman aftur
Hanna helt sjálv ikki, at hetta var nakað fyri. Tað var bert eina løtu í Nólsoyarfirði og uttanfyri Hoyvíkshólmin, at tað var eitt sindur tungt, tí streymurin var ímóti. Einasti trupulleiki var, tá ið hon fekk sjógv í eyguni.
Hanna helt tað ikki vera so kalt, og hon var púra ómóð, tá ið hon kom í land í Havn. Og at halda hetta loyniligt kundi sjálvsagt heldur ikki eydnast. Svimjingin frættist skjótt munn av munni í Havn, og tað var eisini ein stór fjøld av fólki komin á molan at taka ímóti, samstundis sum skipini floytaðu. Smæðin sum Hanna var, dámdi henni als ikki hendan hávan, sum var gjørdur burtur úr sær. Hon hevði besta hugin at herja aftur á fjørðin, tá ið hon sá alt fólkið.
Tað gjørdi hon kortini ikki. Tey, sum minnast hendingina, siga, at hon kom uppá land við einum stórum brosi.
Hans Andrias yrkti um bragdið
Stóra skaldið Hans Andrias Djurhuus hevði hetta uppi í eini yrking, har hann dró ymsar hendingar á ólavsøku fram.
Hann yrkti:
Drukku skotadøgg
Skóru niður fløgg
Góvu stabbasteinum banahøgg.
Legði Eystnes frá
Svam ta bylgju blá
Legði ómóð inn á Havnarvág
Í teimum fyrsti trimum reglunum sipaði Hans Andreas til ávísar havnarmenn, sum høvdu drukkið whisky – skotadøgg – og høvdu verið ólátaðir. Teir høvdu skorið fløgg niður og bólta stabbasteinar oman av vegnum. Hinar tríggjar reglurnar eru um bragdið hjá Honnu.
Hetta avrikið vakti stóran ans. Øll bløðini skrivaðu tað, og tey vóru øll samd um, at hetta var eitt bragd.
Millum annað skrivaði Dimmalætting, at hetta var ein “ualmindelig smuk Præstation”, og at “ved landingsstedet ved Molen i Thorshavn viste den unge Dame ikke synderlige tegn paa Træthed. Hun havde klaret den lange Svømmetur med Glans.”
Til minnis um bragdið gav ÍSF Honnu eina gávu úr silvuri.
Skuldi endurtaka bragdið hjá Sigmundi
Hanna segði, at hon var so væl fyri aftaná svimjingina, at Pauli Dahl vil hava at royna at gera bragdið hjá Sigmundi Brestissyni eftir og svimja um Suðuroyafjørð, úr Skúvoy til Sandvíkar.
Sjálv hevði Hanna nú fingið eitt tílíkt sjálvsálit, at hon hevði hug at royna hetta. Men hon segði, at hetta mátti gerast onkuntíð líkindini vóru góð. Eisini mátti tað gerast í einum sjóvarfalli, t.v.s. innan hægst 6 tímar. Hesir teinur er 9 fjórðingar ella gott og væl tað dupulta av teininum millum Eystnes og Havnina.
Pauli Dahl og Hanna hildu, at hetta kundu vera stuttligt at royna, tí eydnaðist hetta, var tað eisini prógv fyri, at hetta lat seg gera. Men tað viðraði ongantíð í Skúvoy, og tí fall ætlanin burtur. Men framvegis heldur Hanna, at hetta ikki hevði verið ómøguligt.
Her kann verða nevnt, at tað var eisini umrøtt í bløðunum, at Mia Jacobsen skuldi royna tað sama, men hjá henni hendi so heldur ikki meira.
Flutti til Danmarkar
Alt sítt arbeiðslív hevur Hanna verið sjúkrasystir. Hon var fyrst eina tíð í Íslandi. Skjótt eftir kríggið fór hon til Danmarkar og var eisini eitt stutt skifti í Svøríki.
Í Keypmannahavn arbeiddi hon sum yvirsjúkrasystir á oyrnadeildini á Kommunuhospitalinum.
Hanna varð gift, men fekk eingi børn sjálv. Men hinvegin tók hon sær væl av børnunum hjá systkjunum. Hetta kom ikki minst til góðar hjá teimum 11 børnunum hjá beiggjanum William Smith. Thomas Mikal greiðir frá, at Hanna fyri hann og systkini var sum ein onnur mamma, sum hjálpti væl til í teirra barnaríka heimi, og røsk var hon. Hetta hava systkini sjálvandi ikki gloymt henni.
Hanna er framvegis væl fyri og býr í síni íbúð í Dronningens Tværgade, ikki langt frá Nyhavn.
Hóast hon hevur verið 60-70 ár úr Føroyum, tosar hon enn føroyskt, og suðuroyamál sum ein vágbingur. Hon skrivar eisini feilfrítt føroyskt.
Hiðani skal eisini verða ynskt Honnu hjartaliga tillukku.
Keldur:
Jórun, Sonne og Thomas M. Smith
Áki Bertoldsen í Sosialinum 10. August 1996.
Bókin um Ruth Smith.
Bókin: - men Gud gav vøkst.
Birgar Johannesen: Havnin - fólk og yrki.
Seinasta Miðvika:
Í seinasta parti um Mariu f. Poulsen var ein mynd av tveimum gentum, sum vaska klæði. Onnur var Maria. Nicolina Justinussen greiðir frá, at hin er Magretha hjá Sofusi
Komandi tvær Miðvikurnar verða um tann skjótt 90 ára gamla Napoleon Andreasen, ættaður úr Oyndarfirði, búsitandi í Leirvík, sum hevur siglt kring Ísland fleiri ferðir. Aftaná kemur frásøgnin um Anfinn Mikkelsen