Hannefía Næs 80 ár

   

Í dag, 11. februar, verður Hannefía Næs í Havn 80 ár. Hannefía er fødd og uppvaksin á Kirkju á Fugloynni. Hon kom sum ung til Havnar at tæna. Eitt skifti arbeiddi hon á "St. Lucas Stiftelsen" hospitalinum í Keypmannhavn. Í 1952 giftist hon við Rikard Næs (1913-1995) úr Havn. Saman fingu tey 5 børn. Hóast Hannefía sum ung flutti heimanáfrá, er hon sera góð heimbygd sína. Føðingardagurin verður hildin hjá dóttrini í Niðarugøtu 12 í Hoyvík í dag frá kl. 13-16.