1. deild menn:
Kyndil-KÍF 24-23 (9-10)
Tað var í grundini ótrúligt, at Kyndil skuldi koma afturíaftur í dystinum móti KÍF, tí teir vóru eitt skifti í seinna hálvleiki so væl og virðilga spældir úr dystinum, at spurningurin tóktist bert verða, hvussu stórur sigurin hjá KÍF fór at verða.
Tá 20 minuttir vóru eftir av dystinum var KÍF á odda 18-10, teir høvdu spælt fram úr væl fyrsta partin av seinna hálvleiki, og Kyndil var um ein háls av KÍF.
Men so vendist alt í einum, og Kyndil tók seg eitt mál fyri og annað eftir inn á KÍF, sum mittasta partin av seinna hálvleiki steðgaði fullkomiliga upp, og ikki skoraði nakað mál í 12 minuttir.
Hetta tíðarskeið skoraði Kyndil eina rúgvu av málum, og sum so ofta var tað væl upplagdi Hannis Wardum, sum gekk undan. Hann skoraði 9 mál tilsamans.
Kyndil fór frá 10-18 og upp á 19-19 og síðani 20-19. Tá vóru átta minuttir eftir at spæla og spenningurin kom í hæddina hesa løtuna.
Fram móti dystarenda javnaði KÍF fýra ferðir leiðsluna hjá Kyndil, og tá farið varð undir seinasta minuttin javnaði Jónálvur Johannesen við sínum einasta máli í dystinum til 23-23.
Kyndil fór aftur í álop, og seinasta royndin endaði við, at brotskast varð gjørt ímóti Hannis Wardum. Og tá Kyndlaspælarin við seks-talinum á rygginum fekk seinasta kjansin í dystinum, sendi hann bóltin fram við Óla Kristian Djurhuus í KÍF-málinum til endaliga úrslitið 24-23.
Fyrri hálvleikur gekk javnt á, hóast KÍF, júst sum í seinna hálvleiki, eina løtu hevði greiðan mun, og var á odda 5-1 og seinni bæði 6-4 og 8-6.
Beint fyri hálvleik minkaði Hans Áki Dahl-Christiansen um munin til eitt mál, men tað gjørdist bara grundarlagið fyri einum rættiligum KÍF-uppvísningi fyrsta partin av seinna hálvleiki.
Kyndil fótaði sær, og seinasta partin av dystinum vístu teir KÍF, hvussu teir eisini duga at spæla gott og neyvt álopsspæl.
Ein framúr undirhaldandi dystur, har KÍF?arnir ivaleyst kenna seg verða við sviðu soð.
Og ikki eitt øvugt orð um tað. Teir høvdu jú eina 8-málsleiðslu tá 20 minuttir vóru eftir at spæla, og tað eigur at føra við sær sigur tá alt kemur til alt...