Hans Andrias Djurhuus gevur framvegis íblástur

17. november geva Jógvan og Bárður á Lakjuni út fløguna "Gakk tú tryggur". Sama kvøld klokkan 19 hava feðgarnir útgávukonsert í mentanarhúsinum í Fuglafirði.

 

Jógvan og Bárður á Lakjuni hava 12 sangir á tí nýggju fløguni. Jógvan hevur gjørt sjey løg, meðan Bárður hevur gjørt fimm løg.

 

Astrid Joensen úr Elduvík, Levi Niclassen úr Hvalba og Bárður á Lakjuni eiga orðini til hvør sín sang á útgávuni. Orðini til hinar 9 sangirnar eiga trý kend skøld úr farnum tíðum.

 

Mikkjal á Ryggi eigur orðini til ein sang, Victor Danielsen - sum var abbi og langabbi Jógvan og Bárð - eigur týðingarnar til tveir sangir. Àarstovuskaldið, Hans Andrias Djurhuus eigur orðini til heilar seks sangir á fløguni.

 

Hóast Hans Andrias Djurhuus hevur verið deyður í 61 ár, so eru Jógvan og Bárður á Lakjuni samdir um, at Hans Andrias Djurhuus kann framvegis geva teimum íblástur við sínum lívsjáttandi og jaliga skaldskapi.

 

Jógvan og Bárður á Lakjuni vóru gestir í morgunsendingini hjá Rás2 í morgun. Undir greinini ber tað til at hoyra prátið við Jógvan og Bárð á Lakjuni. Tó hoyrast bert brotpartar av sangunum, ið spældir vóru í sendingini í morgun.