Hans Fróði: Høvdu einki at tapa, tí lupu vit á

HB og TB spældu ein sera undirhalda og málsøknan dyst í Gundadali í dag. HB vann 3-0, men eftir málmøguleikunum kundi tað líka væl verið 5-3. TB-arnir spældu frískt og offensivt, og bæði liðini vóru ógvuliga málsøkjandi.

 

- Allir ekspertarnir søgdu, at vit fóru at tapa í dag, so har var ikki so nógv hjá okkum at missa, so tað var bara at herja á, greiddi Hans Fróði Hansen frá í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2.

 

HB-veteranurin, Andrew av Fløtum fegnaðist um tey trý stigini, og at hava verið partur av einum undirhaldandi dysti, har mótstøðuliðið eisini vildi nógv, hóast munurin á stigatalvuni kundi lagt upp til eitt meira defensivt útgangsstøðið.

 

Undir greinini ber til at hoyra tað, sum Hans Fróði Hansen og Andrew av Fløtum søgdu á Rás2 fyrr í dag.