Sunnudagin 19. mars klokkan 14.00 er føroysk gudstænasta í Hans Egede Kirkju, sum er á Vardegade 14, 2100 København Ø.
Eftir guðstænastuna verður stuttur fyrilestur við fyrrverandi biskupi Hans Jacob Joensen. Fyrilesturin ber heitið ”Líváskoðan føroyinga - átrúnaður og gerandislív”.
Hans Jacob Joensen er føddur í 1938, og er uppvaksin við Gjógv. Hann las gudfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og fekk í 1968 embætisprógv. Eftir loknan lestur varð hann prestvígdur, og starvaðist sum sóknarprestur, fyrst á Nørrebro og síðan í Hvidovre, til hann og konan fluttu til Føroyar í 1975. Her var Hans Jacob Joensen prestur í Suðurstreymoy. Í 1990 vórðu Føroyar skildar burtur úr Keypmannahavnar biskupsdømi.
Hans Jacob Joensen gjørdist fyrsti lutherski biskupur í Føroyum síðan 1540, tá Jens Gregersøn Riber varð tilnevndur biskupur eftir siðaskiftið. Hans Jacob Joensen røkti starvið sum Føroya biskupur til 2007. Sama ár varð umsitingin av fólkakirkjuni yvirtikin.
Hans Jacob Joensen og konan búgva nú í Birkerød. Tíðina sum pensionistur hevur hann millum annað brúkt til at týða bíbliuna til føroyskt úr upprunamálunum. Hetta arbeiði varð hann liðugur við í fjør.
Føroyskar guðstænastur eru fast 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14.00 í Hans Egede Kirkju.
Símun úr Konoy skrivar