Hans Pauli Strøm blástemplar lógarbrot

   

Annita á Fríðriksmørk

?????
§ 8 í. Til tess at røkja tað dagliga arbeiðið, setir kommunan ein leiðara fyri dagstovnin ella dagrøktarskipanina við náms-frøði-ligari útbúgving". Hetta gjørdi Tvøroyar Býráð ikki. Hóast annar av umsøkjarunum hevði námsfrøðiliga útbúgving. Til hetta reagerar Hans Pauli Strøm við at biðja býráðið taka starvssetanina aftur. Og lovar samstundis kommununi, at hann fer at gera sítt til, at lógin verður broytt, soleiðis at tað sum Tvøroyrar býráð ger verður í lagi framyvir.
Men hvat ger býráðið so, jú sjálvandi ger hon eftir harraboðum og tekur starvsetanina aftur. Men tá ið man nú hevur við ein so "medgjørligan" landsstýris-mann at gera, so setir mann sjálvandi sama persón í starv aftur. Í eitt fyribils starv! Hvat tá!
Fyribils, til lógin verður broytt, - síðani í fast starv!
Men hvør sigur at lógin verður broytt. Tað er ikki nakað sum landsstýrismað-urin avger. Tað er nakað sum løgtingið avger. Og landsstýrismaðurin skal ikki rokna við at handan greinin í lógini einsamøll verður broytt, so hon passar inn í ein handil, sum landsstýrismaðurin hevur sett í gongd.
Skal lógin broytast, haldi eg, at tað átti at verði gjørt eftir, at lógirnar um dagstovnar og dagrøkt og fólkaskúlalógin vóru eftir-mettar. Við tí endamálið at pedagogar og fólkaskúla-lærarar fingu høvi at samstarva nógv meira. Tá vildu hesi starvsfólk, havt nógv lættari við at komið inn á øki hjá hvørjum øðrum við teimum fjølbroyttu dygdum, sum hesi - í felag og í hvør sínum lagi - hava. Men hetta tekur tíð, og verður ikki gjørt í einum handavend. Her eru fyri tað fyrsta ymisk sjónarmið innan tinggátt, har lógin skal broytast og góðkennast, og í aðru atløgu eru tvey sterk fakfeløg, sum væl saktans verða tikin við upp á ráð.
Og so leingi alt hetta ikki er gjørt, skal landsstýrismaðurin halda seg til galdandi lóggávu, og lata verða við at loyva nøkrum fyribils loysnum, sum bein-leiðis stríða ímóti lógini!
Eg fari tí í hesum sam-bandi at heita á løgmann, sum hevur eftirlit við lands-stýrismonnunum, at kanna:

1.um hann heldur, at landsstýrismaðurin í almannamálum hevur umsita hetta málið á fuldgóðan hátt:
 a.Tá ið hann góðtekur, at kommunan setir ein fyribilsleiðara, sum ikki hevur ta útbúgving, sum lógin ásetur.
 b.Tá ið hann gevur kommununi óbeinleiðis lyfti um, at lógin verður broytt til gagns fyri handfaringina hjá kommununi.

Tað undrar ikki sørt, at Jóannes Ejdesgaard, sum fyri tað fyrsta er løgmaður, harnæst er av Tvøroyri, og enntá valdur har suðuri, onki sum helst ger við handilin millum landsstýrismannin í almannamálum og Tvøroyrar kommunu, men velur stilltigandi at góðtaka at lógarbrot soleiðis snýkja seg inn á okkum.