Finnur Helmsdal, tingmaður
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum kolldømdi mikudagin í tinginum øll sambýli í Havn til menningartarnað. Hann segði, at øll sambýlini til tey menningartarnaðu í Havn eru lappaloysnir og óverdugir og ómenniskjasligir bústaðir. Hetta segði hann m.a., tá hann vardi, at Serstovnadeildin hevði valt, av sínum eintingum og uttan at ráðføra seg við nakran, at flyta fýra fólk av einum sambýli og út aftur á Eirargarð 14-16. Til tess at rættvísgera hesi famøsu og ógvusligu orð vísti landsstýrismaðurin til eina tvey-trý ára gamal blaðgrein, sum fyrrverandi leiðarin á Serstovnadeildini hevði skrivað. Í hesi grein vóru øll sambýli til menningartarnað í Havn kolldømd og skýrd sum ónýtiligar lappaloysnir. Í hvussu er sambært landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin segði eisini, at Eirargarður 14-16 var eitt meira heimligt, meira menniskjasligt og tí eisini eitt betri bútilboð til menningartarnað, enn sambýlini í Havn eru. Ein skilti tað soleiðis, at núverandi leiðsla á Serstovnadeildini er av júst somu fatan, sum landsstýrismaðurin í hesum máli.
Við hesum orðum hevur landsstýrismaðurin kolldømt alt tað útflytingar- og menningararbeiði, sum fólk innan Andveikraverndina og Serstovnadeildina hava útint seinastu gott 20 árini. Ein flott og virðilig heilsan frá einum landsstýrismanni, sum veit alt, sum veit nógv betur enn øll onnur um alt.
Flyta aftur á Eirargarð
Orðini hjá Hans Paula Strøm um sambýlini í Havn fullu, tá hann svaraði einum fyrispurningi frá undirritaða um tað, at Serstovnadeildini, uttan at spyrja hvørki menningartarnað, teirra avvarðandi ella starvsfólkini um nakað sum helst, hevur valt at flyta búfólkini á sambýlinum Sundsvegur 22 út aftur á Eirargarð. Ein avgerð, sum bert kann metast sum eitt risa afturstig fyri tey fýra búfólkini. Ein avgerð, sum beinleiðis tekur støði í peningaligum sparingum og als ikki í nøkrum atlitum til støðuna ella umstøðurnar hjá búfólkunum. Sær sjálvum líkt, so valdi landsstýrismaðurin, treytaleyst at verja umsitingarligu avgerðina. Hetta kanska tí, at avgerðin í seinasta enda kemur honum og játtan hansara væl við. At fýra menningartarnað, familjur teirra og starvsfólkini koma at líða undir avgerðini, ja, tað tykist ikki at nerva landsstýrismannin tað nógva. Hann velur, sær sjálvum líkt, at finna okkurt, í hesum føri eina 2-3 ára gamla blaðgrein, sum hann so tulkar soleiðis, at hon verður nýtt sum endaliga sannleikstilfarið. So leggur hann vertin á, hvat tey menningartarnaðu halda og vita, hvat tey avvarðandi halda og vita og hvat starvsfólkini halda og vita.
Nógv trýst á
Nú veit undirritaði ikki, hvat fyrrverandi leiðarin á Serstovnadeildini sigur til, at hann soleiðis verður nýttur sum sannleiksvitni í einari so ivasamari søk. Sum leiðari á Serstovnadeildini var hann undir støðugum trýsti frá avvarðandi og myndugleikunum. Hann var at kalla sum lús millum negl. Fólk, í slíkari støðu, koma viðhvørt við onkrum hjartasuffi. Skal ikki gera sama mistak sum landsstýrismaðurin, sum tulkar blaðgreinina til egnan fyrimun. Men av tí at ein hevur rættiliga gott innlit í viðurskiftini hjá menningartarnaðum í Føroyum, kann eg siga somikið, at hóast alt ikki er optimalt, og nakað so langt frá tí, so er ómetaliga nógv gott at finna í arbeiðinum og tilboðunum til okkara menningartarnaðu.
Leiðarin á Serstovnadeildini er sum sagt undir støðugum trýsti. Tí har er ein langur bíðilisti, sum tykist vera ómøguligur at fáa bilbukt við. Tí, tað á fleiri sambýlum er talan um búfólk, sum ikki búgva á rætta staðnum. Tvs at búfólkabólkurin ikki altíð hevur optimalu samansetingina. Hetta elvir til ónøgd og frustratiónir fyri búfólkini, teirra avvarðandi, starvsfólkini og sjálvsagt eisini fyri umsitingina. Men hóast alt ikki er optimalt, so er tað bæði átulavert og skammiligt, at landsstýrismaðurin skýrir øll sambýlini til menningartarnað í Havn sum nyttuleysar lappaloysnir. Hesi orð eru enn eitt dømi um, hvussu landsstýrismaðurin í veruleikanum arbeiðir. Hann nýtir blaðgreinar, útsagnir, fólk o.a. eiðrindarleyst í verjuni av sínum mangan høpisleysa politikki.
Øll sína egnu íbúð
Nú veit eg ikki, um landsstýrismaðurin hevur lisið okkurt álit, ella hann hevur fingið okkurt orð undir vestin frá Serstovnadeildini. Men hann segði so í tinginum, at optimala loysnin fyri tey menningartarnaðu í Havn er, at tey øll fáa hvør sína íbúð, sum síðan skulu vera undir uppsýn (soleiðis málbær landsstýrismaðurin seg) av Serstovnadeildini. Tað er púra rætt, at hetta við íbúð til hvønn er optimala loysnin fyri nøkur menningartarnað. Men dugi eg illa at ímynda mær, at búfólkini á Sundsvegi 22 flyta í hvør sína íbúð. Tað er við menningartarnaðum, sum við øðrum, tey eru ymisk, rættiliga ymisk, og eru tørvirnir tí eisini ymiskir. Tað er púra rætt, at tørvurin á íbúðum (vardum íbúðum) til menningartarnað er stórur, men tað er tørvurin á sambýlisplássum til menningartarnað eisini.
Verandi sambýlispláss til menningartarnað í Havn eru kanska ikki øll fyrsta floks, men eru allar flestu sambýlini at meta sum góðar og mennandi búumstøður. Eirargarður 14-16 er kanska ikki vánaligasti fysiski karmurin um eitt búpláss, men liggur húsið so langt frá í rætta umhvørvinum. Eg rokni ikki við, at landsstýrismaðurin ella nakar á Serstovnadeildini hevði kent seg heima við at búð á Eirargarði 14-16. Hví skulu tey menningartarnaðu so gera tað.
Latið sum einki í 3 ár
Fylgja vit hin vegin tonkunum hjá landsstýrismanninum, so kunnu vit undrast á, at hann uttan at blunka, hevur latið staðið til í skjótt trý ár. Líka síðan hann settist í stólin hevur hann vitað, at øll sambýlini til menningartarnað í Havn eru ómenniskjasligar lappaloysnir, men hann hevur púrt einki gjørt við tað. Og tað hann ger nú, er at loyva Serstovnadeildini, at geva menningartarnaðum eina enn verri loysn. Ein kann ikki annað enn undrast. Heldur enn at fara undir miðvísa betran av umstøðunum, so loyvir hann kanska stórsta afturstigið nakran tíð í mun til búumstøður til menningartarnað í Føroyum.
Ignoreraði fakta
Landsstýrismaðurin segði í tinginum mikudagin, at eingin hevði mótmælt ella havt nakra viðmerking til avgerðina hjá Serstovnadeildini um at flyta fýra menningartarnað av Sundsvegnum út aftur á Eirargarð 14-16. Her segði landsstýrismaðurin beinleiðis ósatt fyri tinginum, tí ónøgdin hevur verið og er framvegis stór, fólk hava mótmælt og hoyringssvar er sent Serstovnadeildini. Eitt hoyringssvar, sum ikki góðtekur avgerðina hjá Serstovnadeildini upp á nakran máta. Tað at avgerðin er tikin, uttan at tey menningartarnaðu, avvarðandi teirra ella starvsfólk og teirra fakfelag er hoyrt, tað tyktist landsstýrismaðurin ikki at leggja stórvegis í. Tað er kanska ein mannagongd, sum hóvar honum væl. Landsstýrismaðurin valdi, sær sjálvum líkur, at ignorera alt tað, sum varð sagt um ónøgd og ivasamar arbeiðsgongdir. Hann nýtti alla tíðina upp á at framføra slíkt, sum fólk við innliti og áhuga als ikki kenna nakað til, hóast nógv teirra hava millum langar og lívslangar royndir innan økið. Nei, alt er kalt og kyniskt skúgvað til viks. Tað er jeg alene vide saman við somuleiðis ivasomum hugburði á Serstovnadeildini sum eru farin í holt við serstovnaøkið. Ein loyvir sær ikki bara at ivast, ein loyvir sær at ræðast.