Hans Pauli Strøm mælir til at kjakast um samkynd og bróta tabu

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsmálum setti í gjár ta fyrstu ráðstevnuna, sum er hildin um samkynd í Føroyum. Hans Pauli Strøm mælti til, at vit tosa um samkynd og teirra viðurskifti, tí hann metti, at eins og fuglar verða brúktir í kolanámum til at ansa eftir, um nóg mikið av luft er til, vísa tey samkyndu, hvussu góð tann samfelagsliga luftin er at anda í seg

SAMKYND
 
Theodor E. D. Olsen
 
Mánamorgunin setti landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, ta fyrstu ráðstevnuna fyri samkynd í Føroyum. Tað er felagsskapurin ANSO, ið er ein sokallaður paraplyfelagsskapur fyri norðurlendsk feløg fyri lesandi og ung samkynd, ið skipar fyri stevnuni. Føroyar eru umboðaðar av Boganum, hvørs limir eisini eru limir í Friðarboganum, sum er felagið hjá samkyndum í Føroyum.
Heitið á ráðstevnuni er Kanariufuglar í kolaminum, sum er eitt hugtak, ið ofta verður brúkt um, hvussu liviligt tað er í einum landi. Tvs. at myndin við fuglinum, ið kolanámsmenn ofta hava brúkt fyri at kanna mongdina av súrevni í námum, eisini verður brúkt til at ímynda, hvussu minnilutarnir hava tað í samfelagnum. Um iltmongdin í náminum fer at minka, sigst fuglurin nevniliga at detta av vaglinum rættiliga skjótt, og tað sama gera minnilutarnir -  teir detta av tí samfelagsliga vaglinum, stinga í sekkin og leita sær burtur í onnur lond, hær hægri er til loftið og víðari er til veggja.
Tað var eisini í hesari myndini landsstýrismaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Hans Pauli Strøm, hevði funnið sær íblástur, tá hann setti stevnuna í gjár.
Hann segði millum annað, at vit í Føroyum ofta hava lyndi til at lata eyguni aftur fyri evnum, sum eru tvítýdd, og sum kanska kundu síggjast frá fleiri síðum.
Hans Pauli Strøm metti, at eins og tilveran í Føroyum hevur nógvar fyrimunir, m.a. við lítlum eindum, tøttum familjubondum og sosialum sambondum, so kunnu hesir fyrimunir blíva til vansar hjá teimum, ið víkja eitt sindur frá lívshættunum, sum meirilutarnir praktisera.
Av tí sama stinga tey, sum hava dirvi at stíga fram og viðganga øðrvísi livihættir, ofta í sekkin og rýma av landinum, segði landsstýrismaðurin.
 
Fordómar
 
Hans Pauli Strøm helt fram við at siga, at fólk, sum annars ongantíð tosa niðrandi um onnur, tó kunnu finna upp á at tosa vanvirðisliga samkynd, og metti landsstýrismaðurin hetta koma av, at fordómarnir ímóti samkyndum eru alt ov vanligir í Føroyum.
- Tað at dylja tann stóra samleikan, sum kynslívið er, kann fáa álvarsligar avleiðingar, segði Hans Pauli Strøm og nevndi m.a. sjálvmorð sum eina fylgja av at gera samkyndleika til tabu í einum samfelagi.
Hann metti, at fjølbroytni førir til tolsemi, samstundis sum tolsemi førir til fjølbroytni, og helt tí at undirvísingarverkið eigur at gera sítt til at varpa ljós á hetta evnið.
- Um vit skulu gera framstig og kalla okkum eitt framkomið samfelag, noyðast vit at geva samkyndum rættindi, segði landsstýrismaðurin, og sipaði uttan iva til, at Føroyar eru einasta landið ella sjálvstýrandi økið í norðurlondum, sum enn ikki hava sett lóg um t.d. skrásett parlag í gildi.
Hans Pauli Strøm endaði røðu sína við at fara at sindur víðari við myndamálinum um kanariufuglin, og segði at hvør fuglur eigur at syngja við sínum nevi, tí hann segði seg vóna, at fólk ikki fóru at rýma til onnur lond, av tí at tey eru samkynd.
Manijeh Elsa Modi, sum samskipar Anso-ráðstevnuna, handaði síðani Hans Paula Strøm eitt blómutyssi og eina húgvu frá Sirri, ið hevur allar teir natúrligu litirnar, ið eru at finna í føroyskari ull.
 
Lesarabrøv
 
Manijeh Elsa Modi sigur, at stevnan m.a. er stuðlað av Norðurlandska Mentanargrunninum eins og Atlantsflog er ein av fyritøkunum, ið hevur veitt styrk, men at ráðstevnan ikki er stuðlað fíggjarliga av teimum almennu Føroyum.
Spurd um, hví tað júst var landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, ið setti stevnuna, sigur hon, at tey høvdu ætlað at biðið ein landsstýrismann sett stevnuna, og tá tey ikki høvdu tíð at bíða leingi eftir svari og møguliga fáa noktandi svar, skrivaðu tey til ein ráðharra, tey høvdu ein varhuga fór at viðgera teirra umbøn jaliga. Eisini ávirkaði tað valið av Hans Paula Strøm , at hann m.a. umsitur javnstøðumál.
Hóast ANSO-ráðstevnan júst er byrjað, hevur hon longu megnað at skapa kjak. Bara í blaðnum í dag eru fýra lesarabrøv, sum eru skrivað í kjalarvørrinum um samkynd og ANSO.