Hans Petur selir kioskir og handil

Felagið Vársól, sum Hans Petur Ellingsgaad hevur átt í fleiri ár, er nú selt. Nýggir eigarar eru Kristian Súni (Bassi) Jensen og Hallur O. Gunnarsson

Søla/keyp

Sp/f Vársól v/ Hans Peturi Ellingsgaard hevur átt og rikið kioskirnar, Vár í Saltangará, Vár í Klaksvík og skógvahandilin, Pattino í Klaksvík.
Nú hava hesar kioskir og handlar fingið nýggjar eigarar, sum eru Kristian Súni (Bassi) Jensen og Hallur O. Gunnarsson.
Við í keypinum er ikki nýggi bygningurin, sum Hans Petur Ellingsgaard nýliga hevur bygt í Saltangará.
Tað er bara sjálvt handilsvirksemið, sum er selt  og keypt.
Kioskirnar og handilin halda fram í somu hølum sum higartil, bæði í Saltangará og í Klaksvík.

Hans Petur og Paula
Vár í Saltangará varð sett á stovn fyri 22 árum síðan, og virksemið í Klaksvík byrjaði fyri fimm árum síðan.
Hans Petur Ellingsgaard hevur verið stjóri í felagnum øll árini, og seinastu nógvu árini hevur hann saman við konuni, Paulu Ellingsgaard, rikið virksemið.

Móttøka
Í samband við, at nýggju eigararnir yvirtaka virksemið hjá Sp/f Vársól, verður móttøka í Klaksvík í dag frá klokkan 14-17 og í Saltangará í morgin, 5. apríl, frá klokkan 14-17.
Seljari og keyparar siga, at øll eru vælkomin til móttøkurnar.