Hans Sofus Hansen 60 ár

Hósdagin 16. mai fylti Hans Sofus Hansen 60 ár. Sofus er sonur Annu Margrethu f. Poul­sen úr Soylu av Sandi og Carl Vilhelm Hansen (Villa á Landsvegnum). Sofus er føddur og uppvaksin í Horna­­bø, miðlingur av trim­um beiggjum, Jóannes f. 1952, Sofus f. 1953 og Marni f. 1955 – d. 1976.
Eftir lokna skúlagongd fór Sofus í læru sum rørleggjari hjá P/f Mariu Poulsen, har hann bleiv avlærdur í 1973, arbeiddi har í nøkur ár og fór síðan at arbeiða sum portørur á Landssjúkra­húsinum, har hann framvegis starvast.
Skal nakað sigast um Sofus, so er hann tiltikin barn­­­góður, hann er væl lýdd­­­ur, hvar hann er, og ikki minst hjálpsamur, eru boð eftir honum. Er nakað, hann ikki dugir, so er tað at siga nei, um onkur hevur hjálp fyri neyðini.
Sofus er pápi at fýra børn­­um, Guðrið, Sóleyð, Heidi og Rúna, og hann eigur 8 abba­børn, sum hann er ógvuliga góður við. Sofus er giftur Ann Pauladóttir av Sandi.
Góði svágur, beiggi og pápabeiggi, vit ynskja tær hjartaliga tillukku við deg­num og alt tað besta í fram­tíðini.
----
F.