FC Barcelona hevur longt sáttmálan við Hansi Flick

FC Barcelona vann greipuna í Spania

Aftaná eitt sera væleydnað kappingarár, har FC Barcelona vann bæði La Liga og Copa del Rey (steypakappingina), hevur leiðslan valt at leingja sáttmálan við týska høvuðsvenjaran, Hansi Flick.

 

Hansi Flick hevur longt við FC Barcelona til kappingarendan í 2027.

 

Hansi Flick tók við starvinum fyri einum ári síðani. Tað hevur hjálpt væl upp á hansara støðu, at Barcelona undir hansara leiðslu hevur vunnið allar kappingardystir móti Real Madrid. 

 

Hansi Flick hevur áður ført týska stórliðið, Bayern München til meistaraheitið í Týsklandi, og hann hevur eisini verið týskur landsliðsvenjari.