Hanus: Ov lítið riggaði hjá landsliðnum í kvøld

(FM1) Hoyr Trónd Arge og viðmerkjaran, Hanus Thorleifsson taka samanum 0-2 tapið ímóti Kosovo

Tað gjørdist úrslitaliga og leikliga ein niðurtúrur hjá føroyska landsliðnum í útidystinum ímóti Kosovo, har heimaliðið í bólki 3 í Nations League 4. deild vann uppibornan 2-0 sigur á Føroyum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samanumtøkuna hjá Tróndi Arge, frásøgumanni hjá FM1 og Hanusi Thorleifsson, ið var viðmerkjari hjá FM1.

 

Hanus Thorleifsson heldur, at hetta var ein av teimum døgunum, har alt ov lítið riggaði hjá føroyska landsliðnum. Gamaní var mótstøðuliðið eitt tekniskt sterkt lið, men føroyska liðið eigur meir í sær er Hanus Thorleifsson sannførdur um.