Hanus Simonsen heim til Klaksvíkar


Longu um ólavsøku segði Hanus Simonsen við eina av útvarpstøðunum, at hann gleddi seg at koma norður aftur í ljósið, hagani hann er slektaður – úr Klaksvík. 


Hetta vissaði ungi presturin aftur um í prædikuni sunnudagin, tá hann takkaði fyri álitið og bað um gott samstarv hesa stuttu tíð fram til 31. des., har hann skal vera avloysari fyri Magnus Brahé Jørgensen, prest, sum er í sjúkrafarloyvi. 


Síðani 1. august í fjør hevur Hanus Simonsen annars røkt starvið sum avloysaraprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi fyri Berg Debes Joensen, sum hevur verið í farloyvi.