Hanus stovnar ráðgevarafelag

Hanus Samró hevur stovnað ikki færri enn trý feløg í síðstu viku. Tvey teirra eru knýtt at Ó-navninum, sum Hanus Samró hevur arbeitt nógv við í mong ár. Tað eru íverksetarafeløgini Ó-kort og Ó-Miðlar. Fyrrverandi løgtingslimurin hevur tó eisini stovnað eitt smápartafelag, HS Consultancy, sum skal reka virksemi innan ráðgeving og tænastuveitingar. Stovnari er Sp/f Ó og stjóri er Hanus Samró.

 

Tvey feløg eru stovnað, sum skulu fáast við fiskivinnu. Annað er staðsett á Eiði, har Sjógæti, Northpelagic og Palli hjá Mariannu hava stovnað felagið Sp/f frá 17. januar 2019. Jan Petersen, Jóhannus Martin Olsen og Poul Huus Sólstein sita í nevndini og Johannus Martin Olsen er stjóri. Endamálið er at eiga og reka virkisbygningar og fastogn og fáast við fiskivinnu.

 

Hitt er ÍVF Torkil, sum Jan Sevdal, Kaj Otto Frederiksberg og Leif Høj hava stovnað í Søldarfirði. Leif Høj og Jan Sevdal er stjórar í felagnum. Endamálið er at reka útróður og fiskiskapur.

 

Allar broytingarnar í partafelagsskránni eru at síggja her.