Hanus við nýggjari fløgu

Fyri aðru ferð í ár gevur Hanus G. Johansen nýggja fløgu út. Hesaferð tulkar hann enn einaferð yrkingar hjá Pól F. Joensen á fløguni, sum kallast Hørpuspælarin. Ein hugtungan mánadag í januar leitaði Hanus G. Johansen sær inn á gólvið hjá Jónas Bloch Danielsen, sum fæst við at taka tónleik upp og ljóðblanda live-framførslur.

 

- Eg gramdi meg um, at eg hevði so nógv tilfar, sum eg ikki fekk brúkt til nakað, sigur Hanus.

 

Teir báðir drukku ein góðan kaffimunn, og Jónas helt, at tað kundi ikki bera til, at Hanus ikki slapp út við sínum tónleiki.

 

- Dagin eftir ringdi hann til mín og segði, at hann hevði skipað fyri konsertum fyri meg. Hann hevði funnið spælistað og tónleikarar, og tvær vikur seinni høvdu vit tríggjar útseldar konsertir í Havn, sigur Hanus.

 

Hetta gjørdist startskotið til nýggju fløguna, sum kom út hósdagin. Yrkingarnar eru eftir Pól F. Joensen, og Hanus hevur sett løg til. Hetta er onnur útgávan hjá Hanusi, har hann syngur orð hjá Pól F.

 

Hanus G. Johansen hevur skrivað løg til eini 70 yrkingar hjá Pól F. Joensen, og nú eru yvir 25 yrkingar komnar út á fløgu.

 

- Mær dámar sera væl yrkingarnar hjá Pól F. Tær passa væl til mítt temprament, og vit eru líkir í hugsanarhátti, so tað kennist ofta lætt at gera løg til hansara yrkingar, sigur Hanus.