Happing er eisini ein trupulleiki á internetinum

- Vit hava haft dømi, har fólk hava nýtt tekst og upplýsingar hjá fólki til happing. Hetta hevur ikki verið í samband við Facebook, men á Arto hevur hetta onkuntíð verið ein trupulleiki, sigur Ingunn Eiriksdóttir. Hon leggur afturat, at viðurskiftini somuleiðis kunnu verða fevnd av reglunum í revislógini um ærumeiðing , og tí skal mann hugsa seg væl um, áðrenn mann skrivar okkurt ella leggur myndir á netið.