Harðari enn bretska - linari enn norska

Óvanliga stórur áhugi hevur verið fyri eini komandi oljuleiting við Føroyar á ráðstevnuni í Aberdeen í vikuni. Meira enn 150 fólk frá altjóða oljuídnaðinum lurtaðu og settu spurningar til føroysku fyrilestrarhaldararnar, sum royndu at marknaðarføra Føroyar sum eitt áhguavert framtíðar leitiøki hjá oljufeløgunum

Tað var fult hús bæði mikudagin og hósdagin, tá altjóða oljuheimurin vendi eyguni móti føroyska landgrunninum. Á ráðstevnuni um Føroyar sum komandi olju- og gassleitingarøki vórðu umleið 150 fólk umboðandi føroyskar myndugleikar og vinnulív, útlendsk oljufeløg, seismikkfeløg oo. við tilknýti til tann risastóra oljuídnaðin í Bretlandi.

Á ráðstevnuni varð greitt frá nøkrum av teimum treytum, sum ætlandi fara at fylgja við loyvunum, sum verða givin til oljuleiting við Føroyar.

Sambært skotska blaðnum Press and Journal, so verða skattligu treytirnar, sum møguliga verða settar í 1. útbjóðing eitt sindur harðari enn tær bretsku og írsku og linari enn tær norsku.

Serliga stórur áhugi var fyri fyrilestrinum hjá Klaus Rasmussen, stjóra og limi í tí nevndini, sum í longri tíð hevur arbeitt undir Oljumálastýrinum við skattaspurningum.


Javnvág millum oljufeløg og Føroyar

Klaus Rasmussen vísti á ráðstevnuni á, at ætlanin hjá føroyingum var at ?achieve a fair risk and reward balance for the oilcompanies and the needs of the North Atlantic community? - tvs. at finna eina rímuliga javnvág millum váðan og vinning hjá oljufeløgunum og tørvin hjá føroyska samfelagnum.

Roknað verður eini skattaskipan í trimum pørtum: Fyrst er ein partafelagsskattur uppá 27%, síðani eitt royalty uppá umleið 2% og at enda ein serskattur, sum er í trimum pørtum alt eftir, hvussu nógv oljufeløgini forvinna úr eini framleiðslu.

(Sosialurin skrivaði í gjár, at royalty er roknað av umsetninginum uttan mun til um olja verður funnin ella ikki. Hetta er ikki so. Royalty verður fyrst tikið frá oljufeløgunum, tá oljan rennur. Tvs. at framleiða oljufeløgini fyri 100 kr. av olju, so fella tær 2 kr. beinanvegin og beinleiðis í føroyska landskassan, blaðm.)

Klaus Rasmussen verður endurgivin í Press and Journal fyri at siga: -Sjálvt tá serskatturin kemur inn longu í byrjanini (20%) er marginalskattaratan so lágur sum 35,6%.

Og fyri projekt við eini vinningsratu omanfyri 25%, verður marginalskatturin 46,4%. Bert fyri felt við eini vinningsratu omanfyri 30% verður marginalskattaratan 57,1%

Klaus Rasmussen sigur víðari, at henda skipanin er sera góð og skuldi kunna givið ta neyðuga álitið til, at skipanin er før fyri at standa ímóti sjálvt stórum broytingum í oljuprísunum og øðrum búskaparligum faktorum kring eina oljuframleiðslu.

-Við lágum lønsemi, er skattaskipanin sera sámulig, setir lítil krøv, og sjálvt við høgum vinningi, so er tað, sum landið tekur, á leið við tað, sum ein kann rokna við, tá man hevur í huganum, at vinningurin (profits) skal vera sera høgur fyri at útloysa ta hægstu serskattaratuna.

Klaus Rasmussen segði eisini í fyrilestri sínum á ráðstevnuni, at ein sokallað ?carried interest provision? tvs. borin áhugamál, kunnu koma uppá tal í framtíðini, um tað verður gjørt av at seta á stovn eitt landsoljufelag. Men hann undirstrikaði, at hetta kemur ikki uppá tal í byrjanini.


Hyggja longri fram

Eisini Árni Olafsson hevði orðið á ráðstevnuni. Hann segði, at Føroyar vórðu ikki áhugaðar í einum ?short term? útviklingi. Tvørturímóti verður hugt og arbeitt longri fram í tíðina m.a. við menning av einum føroyskum oljuídnaði.

-Føroyingar vita, at olja er ein avmarkað ressursa, og at ein møgulig føroysk oljuvinna tí er tíðaravmarkað, og tí ynskja teir, at bæði føroyska samfelagið og búskapurin skulu sleppa burtur úr einum oljutíðarskeiði í øllum góðum ella sum hann málbar seg ?in a good and sound shape?, tilreiðar at takla tær avbjóðingar, sum koma eftir oljuna.

Árni Olafsson gjørdi eisini púra greitt, at tað má vera føroysk luttøka í eini oljuvinnu, bæði handilsliga og hvat arbeiðsplássum viðvíkur. Hann ávaraði eisini um, at tað framvegis eru teir føroyingar, sum ivast í eini risastórari oljuvinnu, Big Oil, nú tað er ein sannroynd, at Føroyar í dag eru fult og heilt bundin at fiskvinnuni.

Herálvur Joensen frá Oljumálastýrinum segði, at lógin fer at tryggja, at føroysk áhugamál verða vard, harímillum kravið til allar vørur og tænastur til boripallar, skip ol (offshore units) um, at tær skulu um føroyskt landøki og síðani eisini um luttøku hjá føroyingum í projektum.

-Føroyingar mugu fáa møguleikan at kappast, men skulu ikki fáa fyrimunir og framíhjárættindi, um teir ikki eru kappingarførir segði Herálvur Joensen.

Hann legði aftrat, at lógin til fyrstu útbjóðing fer at verða viðgjørd í tinginum í næstu viku men fer neyvan at verða endaliga samtykt av tinginum fyrr enn í januar. Eftir tað fer útbjóðingin at verða latin upp og fyrstu loyvini helst latin seint komandi summar.


Kelda: Press & Journal og Geremy Cresswell, oljujournalistur