Har fór skattalættin

Javnaðar- og Tjóveldisflokkurin forkomu okkum skattalættan í Tórshavna Kommunu

Jan Christiansen
býráðslimur

Løgtingið vil geva ein skatta­lætta komandi ár, men á býráðsfundinum hóskvøldið tók meirilutin hendan skatta­lættan frá borgarunum í Tórs­havnar kommunu. Til viðgerðar var fíggjarætlanin fyri Tórshavnar Kommunu fyri 2006, og sjálvt um komm­unan ongantíð fyrr hev­ur verið so væl fyri fíggj­arliga, vildu javnaðar- og tjóveldis­umboðini í bý­ráð­num kort­ini, at skattaprosentið í høv­uðsstaðnum skuldi hækka við einum prosenti. Vit í minnilutanum - Fólka­flokk­urin og Sam­bandsflokkurin - vildu varðveita verandi skattaprosent. Vit halda, at játtaði skattalættin veruliga skal verða ein skattalætti hjá okkum øllum. Men meirilutin ræður, so nú er bara at gjalda skattalættan upp á 22 mió. kr. í kommunukassan heldur enn í landskassan.
Minnilutin vísti á, hvussu væl kommunan nú er fyri fíggjarliga, m. a. tí at undanfarna býráð legði alla orku í at fáa tyngjandi skuldina burtur. Vit vístu á, at í undanfarna valskeiði vóru ikki minni enn 220 mió. kr. goldnar niður av kommunuskuldini, svarandi til 55 mió. kr. um árið. Vit vístu á, at tá býráðið, ið sat undan hesum, megnaði at stýra býnum væl og virði­liga, og harumframt klár­aði at gjalda 55 mió. kr. nið­ur av skuld um árið, so burdi ikki verði neyðugt at hækka skattin við at taka góð­ar 20 mió. kr. afturat frá borgarunum. Lat meg í hes­um sambandi vísa á, at komandi ár er bert neyðugt hjá kommununi at gjalda 3,7 mió. kr. í rentum og av­drøg­um, tí skuldin er goldin!
Eisini vísti minnilutin á, at kommunan nú fær afturgoldið 22 mió. kr. úr kommunala veðhaldsgrunninum, og at hesin peningur sjálvsagt skal inntøkuførast og koma fólkinum tilgóðar. Tað bleiv jú álagt borgarunum at gjalda eitt eyka skattprosent til hendan veðhaldsgrunn frá 1994 til 1997, so nú, tá nakað av hesum peningi verður afturgoldin, er einki meira náturligt enn at borgarin fær tað aftur, ið hann hevur goldið ov nógv.

Uppskotið og grund-gevingarnar frá minnilutanum:
"Jan Christiansen, Høgni Mikkelsen, Sjúrður Olsen, Beate L. Samuelsen, Bjarti Mohr og Inga Dahl vísa á, at nú skattainntøkan er mett at hækka, og skuld­in mest sum er gold­in, og komm­un­an fær afturrindað nóvnan pening úr kommunala veð­haldsgrunninum, eiga hesir faktorar at koma borgarunum í Tórshavnar kommunu til góðar. Hetta kann gerast við ikki at hækka verandi skatta­pro­sent á 18,75% og við at varð­veita ver­andi barna­frá­drátt á 5000 kr.

"Við hesum grundgevingum mælir minnilutin til at taka undir við hesum broy­tingum:
At afturrindan úr kommu­nala veð­haldsgrunninum verður inntøkuførd við kr. 22.000.000 kr., at lækka íløgurnar við 1.777.000 kr. til 96.223.000 kr. og at áseta skattaprosentið til 18,75 og barnadráttin til 5000kr.

Oyðari kemur aftan á spararan
Eg kenni ongan, ið heldur seg hava ov nógv, men ein sannroynd er, at hevur tú nógv at rutta við, so situr tú leysari á krónunum. Tí er ógvuliga umráðandi hjá okk­um fólka­valdu at krevja sum minst inn í skatti. Hevur komm­unan eina ógvuliga tronga fíggjarætlan at arbeiða við, verða býráðslimir verðuliga noyddir at fáa sum mest úr hvørjari skattakrónu; og tað er væl tað borgarin hevur krav uppá.
Vit, ið sótu í meirilutanum seinasta valskeið høvdu val­orðið: »Meira fyri hvørja krónu«. Verandi meiriluti tyk­ist hava broytt hetta val­orð til: »Fleiri krónur fyri sama arbeiði«.