Tveir rættiliga harðir eftirskjálvtar hava verið í Japan seinnapartin. Annar var rættiliga nær Tokyo og fekk nógvar bygningar í býnum at sveiggja aftur og fram. Tann fyrri, sum hevði miðdepil einar 200 kilometrar norðan fyri Tokyo, var 6,2 á Richterstiganum. Tann seinni, sum var 6,0, hevði miðdepil 90 kilometrar í útsynning úr høvuðsstaðnum, og tíðindastovurnar skriva, at nógvir bygningar í býnum sveiggjaðu aftur og fram.
Samstundis stríðast serfrøðingar við at loysa teir teknisku trupulleikarnar á Fukushima-kjarnorkuverkinum. Altjóða kjarnorkustovnurin IAEA sigur, at 150 fólk eru kannað fyri geislavirkni, og at 23 hava fingið viðgerð.
Bjargingarliðini finna støðugt fleiri deyð. Alment verður sagt, at 3.373 eru funnin deyð, men at 6.746 eru ikki komin afturíaftur.