So er komið at teirri tíð, at hugsast skal um at fáa undir tak fruktirnar av tí, sum sett varð niður at vaksa í vár.
Hvar tú kemur fram, er fólk at síggja í bønum. Nú er tað ikki hoygging, sum fyri er, uttan velturnar, ið skulu tømast.
Eplini, sum sett vóru niður í vár, hava tænt sínum endamáli, og nýggj verða tikin upp.
Nakað innavert Giljanes í Miðvági hittu vit kendan mann, sum saman við yngri ættarliðum var farin at venda fløgunum aftur.
Ivan Johannesen fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður gekk enn sum áður líka spelkin og bragdligur og tók upp.
Hann læt væl at. Upp í eini 12 fold hevði hann fingið í onkrari veltu, og eisini her var væl undir, segði hann. Hann lat at, at tað ljóðaði frá góðum yvirhøvur á hesum leiðum. Og velturar vóru fískar og væl fyri. Eingin spilla var at síggja nakrastðani, segði hann.
Ivan johannesen skundaði sær at fáa eplini til høldar, áðrenn restirnar av navnabróðuri hansara, sum hevur gjørt um seg í Karibia og har á leið, kanska koma ein túr framvið og gera enda á seinastu slokkunum, sum eftir standa.