Harðskapur er so nógv

hTað tekur ofta fleiri ættarlið já teimum, sum eru uppvaksin við harðskapi, at leggja lívið um og fáa eyga á onnur virði, sigur Tulle Koefoed, sum hevur verið og vitjað Kinnuhúsfelagið

Í seinastu viku hevði Kvinnuhúsfelagið vitjan av Tulle Koefoed úr Danmark, sum bæði helt almennan fyrilestur, vitjaði í felagnum og var á skúlum og greiddi frá.

Tulle er útbúgvin lærari, men hevur haraftrat drúgvar royndir í at hjálpa børnum, hevur savnað inn vitan um prostitutión og seinastu trý árini hevur hon verði leiðari á einum stuðulsstovni fyri incestoffur og hevur ráðgivið kvinnum og monnum, sum hava verið fyri harðskapi.

Júst harðskapur var evnið, sum Tulle tosaði um, tá hon helt sínar fyrilestrar í Føroyum. Harðskapin á almennum støðum og harðskapin í tí privata.


Drúgvar royndir

- Eg eri ikki granskari, men eg byggi míni sjónarmið og mínar frágreiðingar á arbeiðsroyndir og persónligar royndir, sigur Tulle.

Hugtakið harðskapur er sera umfatandi, tí tað finst bæði likamligur, sálarligur og sexuellur harðskapur, og so veldt aftur um, hvar hann verður framdur.

Harðskapurin, sum mest hoyrist um, er tá onkur verður álopin á vegnum ella t.d. við dansistøðini, ella onkur leypir á starvsfólk á almennum stovnum.

Tað er tann meira almenni harðskapurin, sum ger, at fólk verða bangin fyri at ganga úti á vegnum einsamøll um kvøldið. Hetta er tann meira sjónligi harðskapurin, sum skapar ótta.


Nógv offur

Men tað er so nógvur annar harðskapur til, og sum t.d. kemur til sjóndar gjøgnum arbeiðið í Kvinnuhúsinum. Børn, sum eru offur fyri harðskapi hjá foreldrum ella øðrum vaksnum. Kvinnur, sum eru offur fyri harðskapi hjá hjúnarfelaga ella sambúgva. Foreldur, sum eru offur fyri harðskapi hjá børnum, ungum og vaksnum. Menn, sum eru offur fyri harðskapi hjá kvinnum.


Nógv vitni

Hesin harðskapur er í grundini ikki heilt ósjónligur, um hann so fer fram innan fyri teir fýra veggirnar, tí tað kunnu vera fleiri vitni, m.a. børnini, sum eru so trúgv mótvegis foreldrum sínum og ansa væl eftir, at eingin fær nakað at vita.

Í hvørjum einstøkum føri hevur harðskapurin sína egnu søgu.

Viðvíkjandi harðskapinum í familjuni hava vit mest hoyrt um, tá menn hava verið harðligir móti kvinnum, og orkan er løgd í at fingið hesar kvinnur úr úr harðskapinum.

- Eg taki eisini við tann harðskapin, sum verður framdur móti monnum, tí hesin harðskapur er minst líka torførur at koma til lívs, av tí at fáir menn tora at fortelja, at konan ger seg inn á teir, sigur Tulle.

- Vit vita nógv um henda harðskap, men nógv er eftir at fáa at vita, og spurningurin er, um vit viðgera hetta mál rætt, og hvat vit kunnu gera øðrvísi.

Duga ikki at

umsita kærleika

Tey neyðars børn, sum síggja harðskap heima, eru sjálv í vanda fyri at gerast offur fyri harðskapi, tí tey hava ikki lært at umsita kærleika. Tey hava ikki álit á nøkrum, tora tí ikki at siga, hvørjum tey hava verið fyri. Alt verður burturforklarað, og tað skaðar tey nógv.

- Tað er ein stórur biti hjá Kvinnuhúsinum at hjálpa kvinnum, sum hava verið fyri harðskapi í heiminum, tí líka so neyðugt er at taka sær av børnunum, og manninum tørvar eisini hjálp.

Góð lóg

Tulle heldur nýggju donsku lógina, sum setir forboð fyri at sláa børn, vera eitt stórt framstig, tí tá foreldur sláa børn, er tað tekin um, at tey ikki eru før fyri at uppala tey.


Tá børn terrorisera

Fleiri foreldur hava stórar trupulleikar av børnum, serligum synum, sum ikki flyta heimanifrá, fyrr enn teir eru hálvgamlir. Nógv dømi eru um foreldur, sum verða bæði kroyst, tvingað og bukað av vaksnum sonum. Bæði mamman og pápin.

- Tað er ein ræðulig støða hjá foreldrum at koma í, tí hetta er torført at viðganga fyri øðrum, av tí at tað er so pínligt, og nógv skal til, áðrenn tey biðja um hjálp. Tað krevur ómetaliga styrki og stórt álit til teirra, sum biðin verða um at hjálpa.


Torført at broyta lívið

- Tað hendir altíð okkurt í harðskapsfamiljum. Ongantíð er friður, og tað er sum um eingin í familjuni vil sleppa burtur úr harðskapinum, tí tey eru øll hvør í sínum lagi destruktiv. Ofta hava tey vaksnu í hesum familjum sjálv verið fyri harðskapi sum børn, og soleiðis endurtekur alt seg. Tey kenna ikki til annað. Bæði eru líka bangin og ótrygg, og tey hava bara hvønn annan.

-Tað ber til at broyta mynstrið, men tað tekur fleiri ættarlið, tí tað er ómetaliga torført hjá hesum fólkum at leggja lívið um og liva etir øðrum reglum. Tey missa nakað, standa einsamøll og kunnu ongantíð venda aftur til familjuna, um broytingin skal henda. Tað tekur tíð at finna nýggjan tryggleika. Hesi fólk mugu ígjøgnum nógv, ofta kenna tey seg avvíst, tí tey eru so viðkvom, og tey venda nógv eisini bara aftur til tað gamla. T.d. hendir tað oftari, at tey venda aftur, um hj?unarfelagin býr nærindis.

- Eitt eyðkenni fyri fólk, sum eru uppvaksin við harðskapi er, at tey laga seg so nógv eftir tørvinum hjá øðrum og hugsa minni um egnan tørv. Her hava vit t.d. konurnar, sum fegnar átaka sær uppgávuna at fáa menn at leggja av at drekka.

- Í øllum slíkum málum ræður um, at tey professionellu finna saman og í felag gera sær greitt, hvat tey skulu gera og nær, sigur Tulle Koefoed.