Harmast tíðindaflutning í Dimmalætting

Leiðsla Landssjúkrahúsins harmast um, at Dimmalætting velur ikki at geva føroyska sjúkrahúsverkinum møguleika at svara upp á tær álvarsligu atfinningar, ið førdar hava verið fram í blaðnum seinastu dagarnar

Dimmalætting hevur seinastu dagarnar prentað fyrstu greinarnar í einari greinarøð, sum sambært blaðnum skal kasta ljós á »føroyska sjúkrahúsverkið, tá ið hetta hevur víst seg frá sínu ringastu síðu«. Hetta er eitt sera álvarsligt evni, og vit, ið varða av tí parti av føroyska sjúkrahúsverkinum, sum hoyrir undir Landssjúkrahúsið, halda tað vera gagnligt, at ljós verður varpað á møguligar trupulleikar og óhepnar mannagongdir í føroyska sjúkrahúsverkinum. Opið kjak um hetta evni er ein avgerandi fyritreyt fyri, at føroyska sjúkrahúsverkið kann mennast, øllum føroyingum at frama. Tí harmast vit samstundis stórliga um, at Dimmalætting ikki velur at kasta ljós á evnið á ein opnan og sakligan hátt.

 

Heldur enn at lýsa málini frá fleiri síðum og skapa eina heildarmynd, velur Dimmalætting bert at brúka ein ljóskastara, og ikki geva føroyska sjúkrahúsverkinum møguleika at svara upp á tær álvarsligu atfinningar, sum verða førdar fram.

 

Við hesum arbeiðshátti skaðar Dimmalætting meira enn hon ger gagn, tí slík einsporað viðgerð ber altíð í sær, at fólk kenna seg forfylgd og tískil fara upp á bakbeinini heldur enn inn í eitt mennandi kjak um møguligar trupulleikar og óhepnar mannagongdir, ið ljós annars mátti verið varpað á.

 

Í evsta føri fremur blaðið við hesum arbeiðshátti eisini brot á sítt egna redaktionella grundstøði, sum millum annað sigur: »Sum týdningarmikil partur í samfelagnum eiga fjølmiðlarnir leiklutin sum amboðið, ið kunnar, fremur kjak og viðger samfelagið við kritiskum eygum. Fjølmiðlarnir hava tí eina serliga ábyrgd fyri, at øll viðkomandi sjónarmið sleppa framat.« (kelda: pf.dimma.fo)

 

Vit í leiðsluni á Landssjúkrahúsinum ivast stórliga í, um Dimmalætting, við tí sum higartil er prentað av greinarøðini um føroyska sjúkrahúsverkið, hevur megnað at røkt sína ábrygd sum ein av landsins størstu tíðindamiðlum, tá hon ikki loyvir føroyska sjúkrahúsverkinum at koma til orðanna at svara álvarsligum atfinningum. Vit hava verið í beinleiðis sambandi við leiðsluna á Dimmalætting í eini roynd at gera vart við óhepnu støðuna, men áheitanin varð ikki gingin okkum á møti. At lata Landssjúkrahúsið koma til orðana í greinunum passaði ikki inn í strategi Dimmalættingar, var grundgevingin.

 

Tað undrar okkum almikið, tá Dimmalætting í oddagrein, áðrenn umtalaða greinarøðin yvirhøvur er byrjað, leggur starvsfólk á Landsinssjúkrahúsum undir skýmaskotavirksemi og staðfestir at: »Tað óhugnaliga í hesum er, at tá til stykkis kemur, hevur eingin ábyrgdina, øll sleppa sær undan, og trupult er at hanga álvarsligu tilburðirnar á ávísan knabba. Innan sjúkrahúsheimin halda øll hondina yvir hvørjum øðrum.«, so er ikki sørt at vit sum ábyrgdarhavandi á Landssjúkrahúsinum ivast eitt sindur í, um Dimmalætting yvirhøvur vil fremja eitt opið og konstruktivt kjak um føroyska sjúkrahúsverkið, ella um ”strategiin” er ein onnur.

 

Vit hava ikki eitt lýtaleyst sjúkrahúsverk og lýtaleyst er Landssjúkrahúsið heldur ikki. Men vit halda, at tað má vera í áhugamálinum hjá almenninginum, at Landssjúkrahúsið eisini fær síni sjónarmið fram, so lesarin ikki situr eftir við varðhuganum av, at føroyska sjúkrahúsverkið ikki virkar. Tí tað ger tað - hvønn dag, alt døgnið, alt árið.

 

Sjúkrahúsverkið hevur gott av kritikki og vit vilja eggja fólki at kæra, um tey meta seg hava fingið eina vánaliga tænastu. Tað er á henda hátt, at tað ber til hjá sjúkrahúsverkinum, at fáa gjørt nakað við tað. Landssjúkrahúsið upplýsir um kærumøguleikar í kunningarfaldarum og heimasíðu, og í nógvum førum fáa fólk eisini munnliga at vita um kærumøguleikarnar.

 

Í teimum ítøkuligu dømunum, sum hava verið frammi í Dimmalætting í seinastuni, er talan um sera óhepnar hendingar, har nógv í sjúklingagongdini er gingið illa. Dømini, sum hava verið frammi, eru syrgilig og tað eru eisini onnur dømir, sum kundu verið tikin fram í eini gjøgnumgongd av óhepnum tilburðum. Tilburðir, ið ikki skulu forsvarast, men sum geva høvi til sjálvrannsóknan. Hetta er tíbetur ikki tað, sum sjúklingurin vanliga er úti fyri. Tað má ikki valda ivi um, at vit, sum varða av Landssjúkrahúsinum, taka einhvønn tilburð í stórum álvara og gera tað, sum til ber, fyri at lært verður av hesum hendingum so hesar ikki skulu koma fyri aftur.

 

 

28. september 2007

Sjúkrahúsleiðslan á Landssjúkrahúsinum

 

Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri

Tummas í Garði, læknastjóri

Marin Vang, sjúkrarøktarstjóri