Harmilig avgerð men ikki óskiljandi

Lisbeth L. Petersen
løgtingslimur


Tað kom sera óvart á meg at lesa tíðindini, at forkvinnan í javnstøðunevndini hevði avgjørt at siga seg úr starvi, og at hon longu hevði gjørt tað í mai mánaða.

Tá eg síggi grundgevingarnar, má eg sum kvinna fyrst og fremst skammast yvir, at hon ikki kundi fáa betri stuðul í sínum arbeiði og harumframt eisini sum politikari harmast, at so skuldi ganga.

Samstundis skal eg viðganga, at eg skilji hana væl.

Mark skal vera fyri, undir hvørjum treytum ein vil ella skal brúka sínar arbeiðsorku!

Jan Mortensen, ið er limur í javnstøðunevndini, sigur í síni viðmerking til málið, at javnstøða í Føroyum beru er eitt eiti, og eg eri púra samd við honum í tí.

Javnstøðulógin
Vit hava eina javnstøðulóg í Føroyum, men tey flestu, sum eru ímóti lógini, og tey eru ikki so fá, hava als ikki lisið hana.

Føroyar vera stýrdar av monnum í dag, og har er ongin javnstøða.. Skal verandi støða broytast, mugu allar góðar kreftir hjálpa til, tí tað er ikki rætta myndin av okkara samfelag annars. Politikararnir seta kósina og raðfesta, og tað vil so eisini siga, at tað er politiska skipanin, sum skal gera sítt til, at mynstrið verður broytt.

Persónliga eri eg ikki samd við teimum sum siga, at vit skulu kynskvotera við lóg, tí tað kann geva fleiri trupulleikar, men vit kunnu gera tað lættari fyri kvinnur at taka lut í politiska arbeiðnum.

Sjálv havi eg verið til fleiri tiltøk at fáa kvinnur meira aktivt við í politiska arbeiðið, men eg skal viðganga, at tað ofta hevur verið strævið. Hví so er, kunnu vit leingi kjakast um, og skjótt kann tað ljóða sum generalisering, tí allar kvinnur eru ikki eins ella hugsa eins, men tað er veruleiki, at kvinnur raðfesta øðrvísi, og eru skjótar at finnast at sær sjálvari (hava sjálvskritikk!) mótvegis flestu monnum, og at tær eru bangnar fyri at gera okkurt býtt ella skeivt, sum onnur kunnu havast at ella kanska flenna at!

Her skuldi verið ríkiligt at trivið í og broytt, sum kundi lætt um í framtíðini, so kynsmynstrið á Føroya løgtingi broyttist, og fleiri kvinnur fingu áhuga fyri politiska arbeiðnum.

Broyting krevst
Arbeitt verður politiskt fyri at fáa samtyktina hjá Útnorðurráðnum um fleiri kvinnur í poitikki førda út í lívið.

Einastu forðingina kunnu mennirnir á løgtingi gera, og teir telja jú meir enn 90%, ! ringt er at skilja at vit eru í árinum 2005, men eg vóni og vænti, at teir ikki eru so bangnir fyri sínum egna persónliga sessi, at teir atkvøða ímóti eini samtykt, sum longu varð gjørd á tingi í 1999, tá fleiri tilmæli frá Útnorðurráðnum vóru samtykt.

Samstundis sum eg vil takka Anniku fyri hennara arbeiði, og ynskja henni góðan byr við tí, hon nú fer at takast við, skal eg minna á, at vit hava brúk fyri eini virknari javnstøðunevnd í Føroyum, bæði tá tað snýr seg um politikk, á arbeiðsmarknaðinum og í samfelagnum annars..

Vit fáa eitt gott grundarlag undir einum demokratiskum og rættvísum samfelag, tá Føroyar verða stýrdar av bæði kvinnum og monnum,

Soleiðis er støðan bara ikki í dag!!




.