Harpa stóra ES-heiðursløn

Íslendska konsert- og ráðstevnuhúsið, Harpa, fekk í gjár ES-heiðurslønina fyri nútímans byggilist. Henda virðisløn er at sammeta við Nobel-heiðurslønirnar.

Formaðurin í dómsnevndini, Wiel Arets, segði tað hava verið eitt sera einfalt og lætt val, tá nevndin gjørdi av at heiðra Hørpu, sum gøtumaðurin Ósbjørn Jacobsen (myndin) hevur staðið fyri at bygt.

Wiel Arets segði, at Harpa hevði verið sjálv ímyndin av kreppuni og eitt gott fyridømi fyri onnur, so tey kunnu síggja, hvussu sjálvt ein kreppa kann brúkast til at byggja ein stórslignan bygning.

Sigurður Einarsson, arkitektur frá teknistovuni Batteríið, sum var við til at gera Harpu, segði seg vera bilsnan, at bygningurin skuldi vinna heiðurslønina, sum er so høgt í metum.