info
Ongi úrslit

Harris skutin framman fyri Trump í seinastu kanning

Kamala Harris er meira umtókt og "mentalt hvassari" enn Donald Trump, siga veljararnir sambært kanningini.

Eirikur Lindenskov
23. juli 2024 kl. 21:32

Sum støðan er nú, stemdir Kamala Harris at vinna á Donald Trump við tveimum prosentstigum á amerikanska forsetavalinum.
Tað vísir ein meiningakanning, sum tíðindastovan Reuters og greiningarstovnurin Ipsos hava gjørt.
1241 amerikanarar hava luttikið í kanningini. 1081 av teimum eru skrásettir veljarar.
Úrslitið av kanningini vísir, at 44 prosent stuðla Harris sum næsta forseta í USA, meðan 42 prosent taka undir við Trump.
Talan er sostatt um eina sera smala leiðslu, og Reuters skrivar eisini, at mátingin hevur eina hagtalsliga óvissu uppá trý prosentstig.
Sambært Reuters halda 56 prosent av skrásettu veljarunum, at 59 ára gamla Harris er "mentalt hvøss og dugir at handfara avbjóðingar." 49 prosent av teimum halda tað sama um Trump, sum er 78 ára gamal.
Samstundis halda 22 prosent, at núverandi forsetin í USA, 81 ára gamli Joe Biden, er "mentalt hvassur og dugir at handfara avbjóðingar".
Biden tók seg úr valstríðnum um vikuskiftið eftir vaksandi trýst frá einum stórum tali av flokslimum, sum hildu, at hann ikki longur kundi vinna á forsetavalinum.
Serstaka valskipanin í USA ger, at tað ikki neyðturviliga er forsetavalevnið, sum fær flestar atkvøður, sum verður forseti.
Tað valevnið, sum fær flestar atkvøður í valdøminum, vinnur valið.
Í USA eru 538 valmenn býttir millum teir 50 statirnar og Washington D.C. Neyðugt er við í minsta lagi 270 valmonnum fyri at gerast forseti.
Tann 15. juli varð Trump alment uppstillaður sum forsetavalevni hjá republikanska partinum.
Harris er enn ikki alment útnevnd sum valevni hjá demokratunum.
Sambært ónevndum keldum frá hennara valstríðsfólkum hevur hon tryggjað sær stuðul frá nóg nógvum umboðum til at gerast forsetavalevni hjá flokkinum. Hetta skrivar Reuters.
Amerikanska forsetavalið verður týsdagin 5. november.

/ritzau/
 

Mest lisið hesa vikuna

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Simme Musikkhús heldur fram

23 tímar síðan

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kanna møguligt harðskapsmál í Vági

6 minuttir síðan
Tíðindi

Maria Tórgarð fekk Árs­ins Sálar­heilsu­virð­is­løn 2026

41 minuttir síðan
Tíðindi

Hakakrossur og ó­kvæm­is­orð mál­að á æla­boga­veg­in í Steina­túni

1 tími síðan
Tíðindi

Mæla fólki við Gjógv til at kóka drekkivatnið

1 tími síðan
Tíðindi

07 Vestur fekk fullan pott móti EB/Streymi

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump rósar Putin og krevur nýggjan forseta í Ukraina

2 tímar síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin: Víkingur hevur størstu favorittstøðuna

4 tímar síðan
Hondbóltur

Vendsyssel tapti á útivølli

10 tímar síðan
Hondbóltur

TMS Ringsted vann og Mors-Thy tapti

11 tímar síðan
Fótbóltur

Tór-Ingar ætlar sær ikki at flyta niður

11 tímar síðan
Tíðindi

12 deyð og fleiri enn 300 særd í Saudi Arabia

11 tímar síðan
Hondbóltur

St. Gallen var aftur fyri tapi

11 tímar síðan