Fýra dystir hava verið í 24. umfari í Premier League í dag. Manchester United megnaði ikki at leggja trýst á Manchester City; Arsenal og Wolverhampton vunnu góðar sigrar, meðan Everton ikki tók av gyltum møguleika í stríðnum um Champions League plássini.
Manchester United er nærmasti kappingarneytin hjá Manchester City í løtuni, men tað er ikki nógv kapping teir megna at geva oddaliðnum, ið hevur vunnið 16 dystir upp í slag. Manchester United spældi í dag javnleik 1-1 móti West Bromwich, men tað kundi verið øðrvísi, um dómarin var við United.
- Vit skaptu nokk av møguleikum til at vinna dystin, men tað er torført, tá tú fær mál ímóti, sum vit halda er fríspark. Vit eiga eisini brotsspark og eg skilji ikki hví dómarin skal hyggja í VAR-skermin, tí tað er brotsspark. Tað er sum um at dømingarnar eru ímóti okkum í løtuni, sigur Harry Maguire, liðskipari hjá Manchester United.
Fyrr í dag vann Wolverhampton á útivølli móti Southampton. Bæði eru í eini ringari gongd, men við sigrinum er Wolverhampton aftur miðskeiðis á stigatalvuni. Arsenal og Leeds spældu málríkan dyst á Emirates leikvøllinum. Arsenal vann 4-2, eftir at Arsenal var á odda 4-0. Pierre-Emerick Aubameyang skoraði hattrik.
Mest óvæntaða úrslitið kom í Liverpool, har Everton tapti á heimavølli móti Fulham. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð at Fulham vinnur á Goodison Park. Tveir dystir eru í morgin. West Ham – Sheffield United og Chelsea – Newcastle.
1 | Man City | 23 | 16 | 5 | 2 | 46:14 | 53 |
2 | Man Utd | 24 | 13 | 7 | 4 | 50:31 | 46 |
3 | Leicester | 24 | 14 | 4 | 6 | 42:26 | 46 |
4 | Liverpool | 24 | 11 | 7 | 6 | 45:32 | 40 |
5 | Chelsea | 23 | 11 | 6 | 6 | 38:24 | 39 |
6 | West Ham | 23 | 11 | 6 | 6 | 34:28 | 39 |
7 | Everton | 22 | 11 | 4 | 7 | 34:30 | 37 |
8 | Aston Villa | 22 | 11 | 3 | 8 | 36:24 | 36 |
9 | Tottenham | 23 | 10 | 6 | 7 | 36:25 | 36 |
10 | Arsenal | 24 | 10 | 4 | 10 | 31:25 | 34 |
11 | Leeds | 23 | 10 | 2 | 11 | 40:42 | 32 |
12 | Wolves | 24 | 8 | 6 | 10 | 25:32 | 30 |
13 | Southampton | 23 | 8 | 5 | 10 | 30:39 | 29 |
14 | Crystal Palace | 24 | 8 | 5 | 11 | 27:42 | 29 |
15 | Brighton | 24 | 5 | 11 | 8 | 25:30 | 26 |
16 | Burnley | 23 | 7 | 5 | 11 | 17:29 | 26 |
17 | Newcastle | 23 | 7 | 4 | 12 | 25:38 | 25 |
18 | Fulham | 23 | 3 | 9 | 11 | 19:31 | 18 |
19 | WBA | 24 | 2 | 7 | 15 | 19:55 | 13 |
20 | Sheffield Utd | 23 | 3 | 2 | 18 | 15:37 | 11 |