Um einar tvær vikur kemur sætta bókin á føroyskum um Harry Potter í bókabúðirnar. Føroyska týðingin hevur heitið Harry Potter og Hálvblóðsprinsurin og er slakar 600 blaðsíður. Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags sum gevur út.
Føroyska upplagið hesa ferð er 1500 bøkur, sum er nógv fyri eina barnabók. Fyrstu fýra bøkurnar um Harry Potter eru prentaðar í 2000 eintøkum. Fyrsta upplagið av fyrstu bók varð útselt, og stutt eftir varð bókin prentað uppaftur í 1000 eintøkum afturat. Fyrstu tríggjar bøkurnar týddi Gunnar Hoydal, ta fjórðu Malan Háberg, og fimtu og sættu bók hevur Bergur Rasmussen týtt.
Sætta bókin um Harry Potter fer fram í sætta skúlaári hansara á Hogwarts. Og skúlaárið fær eina óvanliga byrjan, nú tað rennur saman millum heimarnir hjá muglarum og gandafólkum ... J.K. Rowling sigur sum vant hegnisliga og hugtakandi frá teimum ævintýrum, Harry Potter og vinfólk hansara eru fyri.
Bøkurnar um Harry Potter halda fram at seta met. Allar seks eru seldar í 300 mió. eintøkum um allan heim, á 63 málum og í 200 landaøkjum. Í Danmark er seinasta bókin um Harry Potter prentað í 120.000 eintøkum, og er hetta er eitt ógvuliga stórt upplag.
Nær sjeynda og seinasta bókin kemur út er tað eingin, ið veit, uttan J.K. Rowling kanska....
Tað er Bergur Rasmussen, sum týðir sættu Harry Potter bókina, ið verður í bókabúðunum um einar tvær vikur