Hart tiltrongt við góðum úrslitum seinastu tvey árini

Síðani nýggir eigarar tóku yvir P/F Wenzel á heysti 2006 hevur fyritøkan havt trupulleikar at náa nøktandi úrslit. Men seinastu tvey árini hava broytt alt, har Wenzel hevur ligið á einum triðjaplássi millum bilasølurnar, tá talan er um bestu inntjening.

 

Tá Gunnar Justinussen keypti Wenzel á heysti 2006, mundi hann ikki hugsa, at stór niðurgongd í føroysku bilasøluni skuldi gera seg galdandi stutt eftir. Wenzel hevði árini undan 2006 ikki havt nøktandi úrslit og einki avlop.

 

Hetta broyttist beinanvegin í 2007, tá P/f Wenzel hevði eitt avlop áðrenn skatt upp á 4,1 milljón krónur, men so minkaði bilasølan niður í lítið og einki árini 2008 og 2009, og hetta merkti gongdina hjá Wenzel.

 

Í fimm ár tjenti P/f Wenzel ongar pengar, og samlaða úrslitið fyri árini frá 2008 til og við 2012 var eitt hall uppá 4,6 milljónir krónur.

 

Hetta hallið er nú vunnið væl og virðiliga inn aftur, tí í 2013 og 2014 var samlaða avlopið hjá P/f Wenzel 9 milljónir krónur áðrenn skatt.

 

Sølan av bilunum, sum Wenzel umboðar, er eisini farin upp. Ford liggur nú á einum triðjaplássi yvir best seldu bilsløg í Føroyum í 2014, og hitt bilmerkið hjá Wenzel Volvo, liggur á einum áttandaplássi.

 

Tilsamans seldi Wenzel 213 bilar í 2014, 138 Ford bilar og 75 Volvo bilar. Wenzel stendur nú fyri einum marknaðarparti av nýseldum bilum upp á 13,1 prosent í 2014.

 

Millum bestu úrslitini

Hóast marknaðarparturin hjá Wenzel var 13,1 prosent í 2014 av nýseldum bilum, so er úrslitið so mikið gott, at avlopið upp á 5,1 milljón krónur áðrenn skatt stendur fyri 22,2 prosent av samlaða úrslitinum hjá teimum átta føroysku bilasølunum.

 

Tað var eisini framgongd í 2014, tá sæð verður í mun til 2013, tí bruttovinningurin hækkaði við 11 prosentum, og endaliga ársúrslitið gjørdist heili 29 prosent betri í 2014 enn undanfarna árið.

 

Eginognin hjá Wenzel er nú komin upp á góðar 10 milljónir krónur, og svarar hetta til ein soliditet upp á 27 prosent.

 

Rentuberandi skuldin er í dag 20,5 milljónir krónur. Tá hon var hægst, var hon 24,7 milljón krónur í 2011, so hesi seinastu trý árini, er skuldin niðurgoldin við góðum 4 milljónum krónur.

 

Lágur lønarkostnaður

Hørðu árini frá 2008 hava gjørt, at lønarkostnaðurin er hildin stramt niðri, og er hetta ein av frágreiðingunum til góða úrslitið hjá Wenzel.

 

Lønarkostnaðurin í 2014 var 6,8 milljónir krónur, og er hetta bert 48 prosent av bruttovinninginum. Saman við Waag & Co. er Wenzel einasta bilasølan, ið megnar at hava ein lønarkostnað, ið er minni enn 50 prosent av bruttovinninginum. Hesar báðar bilasølurnar liggja báðar við einum lønarkostnaði sum liggur á 48-49 prosent.

 

Saman við Bilasøluni

Nú somu eigarar í stóran mun eru millum Wenzel og Bilasøluna, gevur hetta eisini nakrar møguleikar at fáa ein enn betri rakstur í felagið. Sum tað sæst við øðrum bilasølum, ið eru undir sama eigaraskapi, so ber til at nýta somu ressoursir á fleiri økjum, sum á leiðslufíggjar og rakstrarøkinum. Tá innkeyp verða gjørd, kann hetta samankoyrast, og møguleikar eru fyri at hava færri pengar bundnar í goymslu og áogn.

 

Jógvan Debes Højgaard er stjóri á Wenzel. Tað hevur hann verið øll árini síðan 2006, tá Gunnar Justinussen keypti bilasøluna. Gunnar er nevndarformaður, meðan Jógvan Emil Nielsen og Rúni Jákupsson Lindberg eru nevndarlimir.