Haruka og Filip fingu nógvar heiðrar

Ígjár vóru Filip Jojic hjá VÍF og Haruka Gima hjá StÍF staðfest at vera ársins spælarar í føroyskum hondbólti

Ígjár vóru ársins spælarar í hondbólti heiðraðir í Dansifrøi í Havn.

 

Ikki so óvæntað gjørdust tað Filip Jojic hjá VÍF og Haruka Gima, ið vóru kosin at vera ársins leikarar.

 

Harumframt vóru Haruka Gima og Filip Jojic vald at vera ársins álopsspælarar. Aftrat tí eru tey bæði toppskjúttar í bestu hondbóltsdeildunum.

 

Ársins leikarar:

Haruka Gima, StÍF

Filip Jojic, VÍF

 

Ársins ungu stjørnuskot:

Jana Mittún, H71

Bjarni í Selvindi, StÍF

 

Ársins málverjar:

Momoko Nakamura, StÍF

Mladen Mjerimacka, VÍF

 

Ársins dómarar:

Bárður Brimvík og Jógvan Skeel Nolsøe

 

Ársins verjuleikarar:

Brynja Høj, Neistin

Peter Krogh, H71

 

Ársins álopsleikarar:

Haruka Gima, StÍF

Filip Jojic, VÍF

 

Ársins venjarar:

Jón Rasmussen og Paula Høgnesen, StÍF

John Larsen og Agnar Joensen, VÍF

 

Toppskjúttar:

Haruka Gima, 189 mál

Filip Jojic, 216 mál