Í gjár sást Hasfjord umsíðar bakka út frá skipasmiðjuni í Havn, har skipið hevur verið til umvælingar seinastu vikurnar

Hasfjord í sigling aftur í morgin

Í gjár sást strandfaraskipið Hasfjord umsíðir bakka út frá skipasmiðjuni Mest í Havn, har skipið hevur verið til umvælingar seinastu vikurnar

 

Í gjár sást Hasfjord umsíðar bakka út frá skipasmiðjuni í Havn, har skipið hevur verið til umvælingar seinastu vikurnar

Men í morgin fer skipið í sigling aftur um Skopunarfjørð, og siglt verður sambært ferðaætlan fyri leið 85, upplýsir Strandferðslan, sum heitir á ferðafólk, ið skulu við Hasfjord, at bíleggja sær pláss umvegis okkara bíleggingarskipan. 

– Fyri at nøkta ferðasambandið á leið 60, tí Hasfjord varð tikin úr sigling, var neyðugt at gera tillagingar í ferðaætlanini fyri leið 60 og 61. M.a. vórðu bæði eykatúrar og farmatúrar settir inn á leið 60, og Erla Kongsdóttir og Teistin røktu siglingina á leið 61.

– Nú Hasfjord fer í sigling aftur verður farið aftur til "vanligu" ferðaætlanirnar fyri leið 60 og 61, skrivar Strandferðslan.

 

Í gjár sást Hasfjord umsíðar bakka út frá skipasmiðjuni í Havn, har skipið hevur verið til umvælingar seinastu vikurnar