Satt hátíðarhald var í Giljanesi leygardaing 1. mars, tá nýggi skúlin varð tikin í nýtslu. Fleiri 100 fólk vóru til staðar og rættiligt lív kom í, tá "Fimm feitar flugur" undirhildu.
Millum røðararnar vóru Rósa Samulesen, borgarstjóri, Regin Marnerson, skúlastjóri, Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, Høgni Lauritzen, stjóri í TG-verk og formaðurin í bygginevndini, Johannes Ellefsen.
Millum røðurnar var tónleikur. Her var millum annað Vágakórið, barnakórið Tónar, Vága Musikskúli og "Fimm feitar flugur".
Fyrrverandi skúlastjórin, Sigurd Petersen, skar snórin yvir við einum grindaknívi og nógvir næmingar og lærarar, sum fluttu inn í skúlan á Giljanesi í 1961, nýttu somuleiðis høvið at hittast og tosa um gamlar dagar.
Eftir ætlan fer næsta byggistig í gongd í 2017, og hesin partur skal hýsa serstovunum, sum í dag eru í gamla skúlanum.
Byggjaríið hevur verið í gongd í trý ár, og hesa tíðina hevur undirvísingin verið á ymiskum støðum á oynni.