Hátíðarhald: Minnisvarðin "Móðurmálið" reinsaður

Fróðskaparsetur Føroya: Týsdagin 10. oktober klokkan 15 verður hatíðarhald undir Landsbókasavninum, har reinsaði minnisvarðin, "Móðurmálið", verður sýndur fram.

Nú minnisvarðin yvir V.U. Hammershaimb, "Móðurmálið", er reinsaður, verður hátíðarhald við standmyndina og síðani framsýning og kaffi á Landsbókasavninum.

 

Minnisvarðin varð reistur í 1948 til heiðurs fyri Hammershaimb, og standmyndin, sum Janus Kamban legði úr hondum, fekk sjálvandi navnið "Móðurmálið", tí Hammershaimb verður nevndur faðir at føroyska skriftmálinum. Tað var Janus Djurhuus, skald, sum upprunaliga avdúkaði minnisvarðan í 1948, og yrking hansara til Hammershaimb á 90-ára degi hansara, "Fáir finnast frægir her á foldum", er ristað í varðan.

 

Tað eru Almanna- og mentamálaráðið, Fróðskaparsetur Føroya og Landsbókasavnið, sum í felag hava átikið sær at fáa standmyndina reinsaða, og í samstarvi við Tjóðsavnið og Listafelag Føroya eru áhugaverdar myndir og annað tilfar funnið fram til eina framsýning á Landsbókasavninum.

 

Skráin fyri hátíðarhaldið, sum verður klokkan 15 týsdagin 10. oktober, er henda:

 

  • Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, heldur røðu
  • Sangur
  • Myndatøka
  • Framsýning og kaffi á Landsbókasavninum

 

(Tíðindaskriv: Fróðskaparsetur Føroya)