Hátíðarløta í regni

Vollabrúgvin er navnið á nýggju brúnni um Stórá, sum rennur oman millum Hvalvík og Streymnes.

Tað regnaði í meira lagi, tá hátíðarløta í gjár var við nýggju brúnna um Stórá, sum rennur oman millum Hvalvík og Streymnes. 


- Hóast hetta vóru eini 100 fólk - børn og vaksin - komin saman at hoyra nýggja navnið verða avdúkað.

 

Tað sigur Sunda kommuna, sum vísir á, at navnið á nýggju brúnni er Vollabrúgvin eftir gamla staðarnavninum har við ánna.

 

Eftir avdúkingina av navninum hugnaðu fólk sær við grillini.


Sunda kommuna sigur, at báðu megin ánna eru gjørdar hugnaligar spákingargøtur, sum nú hava fingið gøtuljós.

 

- Hetta er eitt frálíkt øki í frítíðini, sum verður nógv vitjað, sigur kommunan.