Hatta tykist løgið

Petur í Gong er formaður í brúkarasamtakinum. Hann heldur regluna hjá Burger King um at nokta fólki til gongu at keypa, vera sera løgna.
? Eg havi sjálvur búð í Los Angeles, USA, haðani drive-in mentanin stavar. Har vóru nógv drive-in støð allastaðni, og tað var ganska vanligt, at man spákaði sær framvið og keypti. Tað var aldri nakar trupulleiki har yviri, sigur hann og leggur afturat, at hann ofta hevur roynt tað sjálvur. Hann skilir tí ikki rættiliga, hví tað skal vera ein so stórur trupulleiki her í Føroyum.
? Handan kundasorteringin hjá Burger King ljóðar ógvuliga løgin. Vanliga sølulógin sigur, at um tú selur, so skalt tú selja øllum. Tú hevur ikki loyvi at velja og vraka kundarnar, sum tær lystir. So tað ljóðar ógvuliga løgið, at tey kunnu velja kundarnar burturúr á handan hátt, sigur formaðurin í brúkarasamtakinum, Petur í Gong.
Hann sigur seg ikki vita nóg mikið um málið til at gera viðmerkingar til hvørt tað er ólógligt ella ikki, men hann staðfestir, at hatta ljóðar ógvuliga løgið. ? Sambært vanligu sølulógini skalt tú, sum sagt, selja øllum, sum ynskja at keypa. So veit eg ikki um Burger King hevur onkra undantaksreglu ella onkra aðra lóg at ganga eftir. Tað tori eg ikki at úttala meg um, sigur Petur í Gong at enda.