Hatta var hansara meining

Øll skulu sleppa at siga sína hugsan, og tað byggir sendingin á, sigur Ivan Niclasen, redaktørur á “Fólksins rødd”

Kringvarp Føroya fer ikki at koma við nakrari umbering fyri orðini hjá Inga Sørensen um Getsemane.
- Hugskotið við sendingunum er, at fólk skulu fáa orið og siga sína hugsan. Tí eitur sendirøðin “Fóksins rødd”, sigur Ivan Niclasen, redaktørur á sendirøðini.
Hann heldur, at sendingarnar skulu síggjast sum ein heild.
- Hatta er hugsanin hjá Inga Sørensen, at religión fyllir ov nógv í almanna rúminum. Ta hugsan má hann hava loyvi at hava. Øll sleppa at siga sítt, sigur Ivan Niclasen.