Eitt hattrik frá Cristiano Ronaldo tryggjaði í kvøld Portugal eitt stig móti Spania, sum annars var á odda 3-2 líka til seinastu minuttirnar. Dysturin endaði 3-3. Talan var um nógv tann besta dystin higatil í HM, har talan í fleiri førum var um fótbólt á hægsta stigi.
Cristiano Ronaldo byrjaði eisini málveitsluna, tá hann longu í fýra minutti bleiv feldur í spanska brotsteiginum. Hann umsetti tryggur úr ellivu metrum. Tjúgu minuttir seinni javnaði Diego Costa fyri Spania, tá hann dribblaði seg leysan til skot.
Beint fyri hálv var Cristiano Ronaldo aftur upp á spæl. Stutt uttanfyri brotsteigin fekk hann skot á, sum tann annars altíð tryggi, David De Gea, misti í málið. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik javnaði Diego Costa, eftir gott uppspæl eftir fríspark.
So setti Spania seg á dystin og høgri bakkurin, Nacho Fernandez, skoraði til 3-2 við framúr skoti uttanfyri brotsteigin. Síðani sá leingi út til, at Spania og nýggi venjarin, Fernando Hierro, fór at vinna ein søtan sigur, men tað var bara til Portugal fekk fríspark í góðari støðu.
Cristiano Ronaldo krúllaði bóltin upp í málhornið til 3-3. Hattrik og eitt framúr avrik frá liðskiparanum hjá Portugal, sum hótti sponsku verjuna at kalla hvørja ferð hann kom um miðjuna. Úrslitið merkir, at Iran er á odda í bólkinum við trimum stigum.
Bólkur B:
Portugal – Spania 3-3 (2-1)
1-0 Cristiano Ronaldo, 4. br
1-1 Diego Costa, 24.
2-1 Cristiano Ronaldo, 44.
2-2 Diego Costa, 55.
2-3, Nacho Fernandez, 58.
3-3 Cristiano Ronaldo, 88.
Marokko – Iran 0-1 (0-0)
0-1 Aziz Bouhaddouz, 90.
Støðan:
Bólkur B
1. Iran 3 (Stig)
2. Portugal 1
3. Spania 1
4. Marokko 0