Aftur í nátt hevur løgreglan verið og klipt nummarplátur. Í nátt var tó bert talan um trý sett, sigur vakthavandi.
Løgreglan hevur eisini gjørt ferðmátingar í nátt, men eingin bleiv tikin fyri at koyra ov skjótt.
Í morgun var løgreglan við skúlan á Argjum og kannaði ferðsluna. Ein bilførari fekk eitt klipp í koyrikortið, tí at eitt barn sat leyst í bilinum. Annars eru fólk røsk at minnast til at festa børnini, sigur løgreglan, sum hevur gjørt kanningar við fleiri skúlar í landinum seinastu vikurnar.