Fótbóltspanelið á Rás2 var í dag mannað við Ólavi Larsen og Tróndi Arge. Seinni partur av panelinum snúði seg um enskan fótbólt.
Ólavur og Tróndur hava báðir hug at geva Arsenal favorittstøðuna í útidystinum á Anfield ímóti Liverpool. Teir eru eisini rættiliga samdir um, at Chelsea vinnur á Newcastle á heimavølli.
Við at trýsta á PÍLIN ber til at hoyra tað, sum Ólavur Larsen og Tróndur Arge tippaðu í hinum dystunum í Premier League. Fótbóltspanelið viðgjørdi eisini tíðina hjá Nemanja Vidic í Manchester United, sum nú lækkar ímóti endanum, umframt at panelið viðgjørdi oddadystin millum Manchester City og Chelsea farna mánakvøld.