Fiskiskapurin hjá teimum føroysku skipunum í Irmingarhavinum er ógvuliga misjavnur, tó at hann yvirhøvur er brúkiligur.
Tað er rættiliga stórur munur á, hvat teir stóru frystibátarnir fáa og so, hvat ísfiskatrolararnir fáa.
Tó er tað frægari hjá ísfiskatrolarunum at verða í Irmingarhavinum enn at verða undir Føroyum í løtuni, sigur hann.
Sjálvur er hann reiðari á Boðasteini, sum er komin heim í dag av øðrum túrinum í Irmingarhavinum.
Hendan túrin hevur hann 130 tons, sum hann avreiðir á Tvøroyri.
Hendan lastin gevur arbeiðið til einar fýra dagar á virkinum og hon kastar einar 300.000 krónur av sær í arbeiðsløn til fólkið.
Fyrra túrin hevði hann góð 70 tons, men tá seldi hann uttanlands.
Umframt hesa lastina hjá Boðasteini, hevur fiskavirking á Tvøroyri bara fingið eina last afturat úr Irmingarhavinum.
Tað var Phoenix, sum avreiddi 164 tons, hann er nú á øðrum túrinum
Gjørdi roktúrar
Bjarni Hansen á Fiskavirking sigur, at tað er ein bági, at tað ikki verur latin stuðul til kongafisk úr Irmingarhavinum í ár.
Annars er stuðul latin úr landskassanum uppá 1,00 kr. fyri kilo fyri fisk undir 700 gramm og 1,25 kr. fyri kilo fyri fisk yvir 700 gramm.
? At stuðulin er blivin verri, ger okkara kappingarføri munandi verri í royndunum at fáa fatur á fiskinum, sigur hann.
Umframt hesar báðar, eru eisini aðrir bátar í Irmingarhavinum, m.a. Akraberg, Enniberg og Ljósafelli.
Teir eru allir frystitrolararar og hjá teimum gongur væl frægari enn hjá ísfiskatrolarunum.
Ikki minst hevur tað hilnast væl hjá Akraberg. Hann er nú á triðja túrinum.
Seinast, hann avreiddi, hevði 360 tons av frystum fiski og av fyrsta túrinum hevði hann 380 tons av frystum.
Tað eru tilsamans 740 tons av frystum fiski, og tað er´i øllum førum yvir 1.000 tons av feskum fiski.
Eftir, hvat skilst, hevur Enniberg fingið heldur minni.
Ljósafelli er akkurát farið yvir.
Hinvegin hava íslendingar eisini sera góðan fiskiskap innanfyri mark.
T.d. seldi ein íslendskur trolari nú ein dagin í Týsklandi. Hann hevði bara fiskað í fýra dagar, men hann hevði longu 200 tons, og tann fiskiskapurin kann ikki samanberast.