Hava bíðað í fleiri ár eftir svari

Men nú skulu tey ikki bíða leingi afturat

Nú verður tað ikki leingi til Sev fær svar upp á umsóknina at gera eina pumpuskipan í Vestmanna. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í orkumálum frá Umhvørvisstovuni. Tórbjørn Jacobsen, sum hevur havt sæti á tingi fyri Tjóðveldi, hevur sett honum nakrar spurningar um orkuviðurskifti og í hesum sambandi spurdi hann eisini nær Sev fær svar upp á umsókninaum at gera eina pumpuskipan í Vestmanna.

 

Ein pumpuskipan virkar soleiðis, at tá ið tað er ov nógvur streymur til taks, verður tað brúkt til at pumpa vatn úr eini byrging, sum liggur lágt, niðan í eina byrging, sum liggur hægri og tá ið brúk er fyri meiri streymi, verður vatnið í byrgingini brúkt til eitt vatnverk.

 

Tað eru nú sjey ár síðani, at Sev søkti Umhvørvisstovuna um loyvi til at gera eina slíka pumpuskipan í Vestmanna, men enn hava tey ikki fingið svar.

 

Sev hevur ført fram, at ein slík pumpuskipan er avgerandi fyri at kunna gagnnýta vindorkuna, sum nú verður til taks, annars fer ein stórur partur av henni fyri skeyti.

 

Onki kom burturúr umsóknini frá 2013 og tí søkti SEV um aftur í 2018, men svar er heldur ikki komið upp á hesa umsóknna

 

Tórbjørn Jacobsen vildi hava at vita frá Helga Abrahamsen, hví landsmyndugleikin ikki svarar. Landsstýrismaðurin sigur, at umsóknin er til viðgerar í Umhvørvisstovuni. Men hann vísir samstundis á, at Sev hevur upplýst, at full nytta ikki fæst av pumpuskipanini fyrr enn vindorkan er útbygd 160 MW í meginøkinum.

 

– Hetta merkir, at ein pumpuskipan, og arbeiðið at útbyggja vindorkuna, eiga at ganga hond í hond fyri at talan skal vera um skynsamar íløgur.

 

Helgi Abrahamsen sigur eisini, at ein pumpuskipan er ein spurningur um nógvan teknikk og tí mugu loysnirnar viðgerast í tøttum samskifti við umsøkjaran. Men gongst sum ætlað, gongur tað ikki alt ov long tíð til Sev fær svar, siur hann.